Afturat sær hetta kvøldið hava teir tríggir hýruvognsførararnir, tveir gestatónleikarar, tað eru Magnus Johannesen á tangentum Jim Skou á saksofon, báðir hava teir fyrr arbeitt saman við bólkinum í øðrum høpi.
Fyrsti dansur í Gimle hetta skúlaárið
Hetta tiltakið verður hildið í Gimle á Islandsbrygge í Keypmannahavn og verður tað fyrsta tiltaki aftan á summarfrítíðina í hesum høli. Seinastu árini er hetta hølið vorðið eitt alternativ til Føroyahúsið í samband við størri dansi- og konserttiltøk. Hølið tekur væl meira fólk enn rúmast í Føroyahúsinum og hava bólkar sum Moirae, Kjølar, Frændur, Mark no Limits og Faroe Boys spælt fyri fullum húsum seinastu árini. TAXI er í løtuni eitt tað størsta og mest spennandi navnið á føroyska tónleikapallinum, og vóru teir tí eitt nattúrligt val til hetta kvøldið.
Nærvarpsdansur
Nærvarp Okkara er føroyska nærvarpið í Keypmannahavn, varpið sendur hvønn sunnudag klokkan 13-15 og fríggjakvøld kl. 20-21.30. Nærvarpið verður koyrt av sjálvbodnum fólki og peningurin til rakstur verður funnin við fyriskipan av tveimum føstum dansitiltøkum um árið, einum føstulávintsdansi um várið og einum heystdansi um heystið. Hesi kvøld eru altíð við stórum nøvnum av føroyska tónleikapallinum.
Peningurin til íløgur í nýggja útgerð kemur mest frá stuðulsgávum, her hava t.d. Føroya Bjór, Jólamerkjagrunnurin, Føroya Shell, Sparikassin og Norðoya Sparikassi fyri stuttum stuðla eini umvæling av upptøkuhølinum í Føroyahúsinum og endurnýggjan av tøkniligu útgerðini. Nærvarpið takkar hesum fyritøkum og stovnum fyri stuðulin.