Nærverkið fjarari enn nakrantíð

Tá hjartagóðir pionerar fyri umleið 40 árum síðani arbeiddu fyri at seta heimahjálp á stovn, snúði tað seg um umsorgan. Men so við og við fór tað at snúgva seg um reglur, eftirlit, visitation og leiðarar, sum leiða hvønn annan. Hjálpin er burtur og ein ovurstórur yvirbygnaður etur alla játtanina upp

Miðskeiðis í vikuni fingu heimahjálpsbrúkarar bræv frá Heimatænstuni, um at øll reingerð er tikin burtur orsakað av sparingum. Hetta er langt úti og kann als ikki góðtakast. Er neyðugt við sparingum innan heimahjálpin, so latið okkum síggja sparingar, ið ikki raka primeru tænastuna. Sendið nakrar av alt ov nógvu leiðarunum til hús og latið tey eldru fáa ta hjálp, teimum tørvar.

Fyri umleið 40 árum síðani varð farið undir at skipa fyri heimahjálp í Føroyum. Hetta vóru hjartagóð fólk, sum ynsktu at hjálpa óhjálpnum og eldri heima. Eitt av endamálunum var, at fólk skuldu sleppa at búgva heima sum longst. Fyrstu árini sóust heimahjálpararnir ganga túr við teimum gomlu. Eisini høvdu tær møguleika at hjálpa til við øllum vanligum húsligum arbeiði, eitt nú at gera døgurða, baka, umvæla klæðir, lesa og hugna um. Tá kundi ein heimahjálp veita eina hjálp, sum veruliga munaði. Heimahjálpararnir vóru fyri tað mesta ófaglærdar húsmøður, sum dugdu at venda sær og vistu hvat umsorgan snúði seg um.

So við og við fóru heimahjálparar at útbúgva seg til heilsuhjálparar og heimahjálpin gjørdist meira ”professionel”. Tað skuldi í sjálvum sær verið gott, men syrgiligi veruleikin er, at hjálpin hevur verið støðugt minkandi.

Eisini varð farin undir at samskipa og leggja saman. Samanleggingin skuldi gera heimahjálpina enn meira professionella. Men síðani heimahjálpin saman við øðrum funktiónum varð løgd undir Nærverkið, so er vorðið heilt galið. Hjálpin til eldri og óhjálpin er bara minkað og minkað, meðan vit alsamt síggja umsitingina vaksa og vaksa.

Hyggja vit at játtanini til heimahjálp, so er hon vaksin. Samlaða játtanin til Heimatænastuna er síðani 2006 vaksin við nærum 20 milliónum. Men við alt fleiri og fleiri leiðarum er hjálpin til tað, sum tað heila snýr seg um, vorðin minni og minni.

Frú landsstýriskvinna, Rósa Samuelsen, okkurt munagott má gerast, tí soleiðis kunnu vit ikki loyva okkum at fordeila pengarnar. Vit síggja bara afturstig eftir afturstig fyri hvørja ferð leiðslurnar økjast og fleiri útbúgvin fólk koma til. Vit mugu ásanna, at tey eldru okkara hava tørv á hjálp til vanligt húsligt arbeiði og at útbúnir heilsuhjálparar í ávísan mun eru yvirkvalifiserað og ov dýr hjálp. Skulu pengarnir strekkja til og hjálpin koma teim óhjálpnu til góðar, so verða vit noydd at fara aftur har vit byrjaðu fyri 40 árum síðani. Vit mugu gera okkum greitt hvat endamálið er og hvat vit vilja við hesi tænastu. Spurningurin má verða, um Heimatænastan skal vera eitt arbeisskapandi tiltak fyri fólk við útbúgving ella um endamálið skal vera at veita eldru okkara eina brúkiliga tænastu.