Nú sær einki út hjá Suðuroy

07 Vestur vann 2-0 í Vági í gjár, og tá ið AB leygardagin megnaði trivaligan sigur í Gundadali, tykist tað fara at verða torført hjá VB/Sumba at vinna sær uppflyting

1. DEILD

Jóannes Hansen

 

Nú tað resta tvey umfør í næstbestu fótbóltsdeildini bendir alt á, at tað fara at verða 07 Vestur og AB, sum fara at enda omaná í kappingini um at flyta upp í bestu deildina.

Í gjár vitjaði 07 Vestur í Vági, og vágamenn komu norður um aftur við 2-0 sigri. Heimaliðið hevði í 1. hálvleiki lotið undan, og tá varð einki mál skorað. Eftir steðgin leikaði fleiri ferðir á frammanfyri heimamálið, og í 66. minutti varð 1-0 til gestirnar. Jón Nielsen legði flatt innnfyri, og ein av heimamonnunum var so óheppin at stýra bóltin í egið mál.

Málið bar við sær, at heimaliðið slepti í verjupartinum, og longu tríggjar minuttir seinni staðfesti veteranurin Jens Erik Rasmussen 07 Vestur sigurin, tá ið hann eftir fríspæling frá Jovan Panic gjørdist leysur og setti bóltin framvið Bjarna Johansen.

Eftir tapið halda teir í Vági tað vera lítið sannlíkt, at VB/Sumba nú fer at megna uppflyting. Um tað skal eydnast, so er treytin, at VB/Sumba í tveimum teimum seinastu umførunum vinnur trý stig fleiri enn AB. 07 Vestur hevur 59 stig, AB 58 stig og VB/Sumba 56 stig. Málmunurin hjá AB er væl betri, enn hann er tað hjá VB/Sumba.

Skráin sær soleiðis út:

26. umfar: AB-KÍ, TB-HB, 07 Vestur-NSÍ, Víkingur-VB/Sumba og EB/Streymur-B68.

27. umfar: VB/Sumba-EB/Streymur, NSÍ-Víkingur, HB-07 Vestur, TB-KÍ og B68-AB.

Fleiri, sum hava verið við til at manna Formula liðið hjá HB, vóru við ímóti AB, men gestirnir fóru úr Gundadali og út um aftur ánna við trivaligum 3-0 sigri. Thomas Hans Rubeksen legði fram ímóti steðginum AB framum, eftir at hann var spældur leysur úr høgru av toppskjúttanum Tróndi Sigurðsson.

Steðgurin var so langur, sum hann sjáldan er. Orsøkin var tann, at dómarin, Birgir Sondum, var skaddur. Leitað varð eftir øðrum dómara, og Eiler Rasmussen var 23. maður í 2. hálvleiki, tá ið AB toppskjúttin orsaka av skaða fór av vøllinum.

Rói Danielsen legði AB framum við fínum stútara eftir frísparksinnlegg frá Alex Mellemgaard, og innskifti Nikolai Eriksen, sum kom til AB eftir summarsteðgin, staðfesti rimmar sigurin.

Allan Mørkøre hevur fleiri ferðir sagt, at ungu og óroyndu AB menninir ikki hava staðið royndina, tá ið mest hevur staðið á. Venjarin var leygardagin væl nøgdur við avrikið og úrslitið, sum bera við sær, at tað nú er upp til AB at gera av, um talan næsta kappingarár skal verða um AB fótbólt leygardag ella sunnudag.

TB hevur havt øgiligan endaspurt. Men sum í fjør er aldursforsetin ov seinur á sjóvarfallinum, og harvið er møguleikin fyri uppflyting og heiðursmerkjum burtur.

Hesa ferð vann TB 2-1 í Runavík. Eftir hálvan tíma legði Bárður Dimon TB framum eftir uppspæl í høgru og út frá baklinjuni. Kári Hansen javnaði eftir steðgin til 1-1, eftir at hann hevði roynt seg tvær ferðir av brotssparksblettinum. Sigursmálið skoraði Allan Smedemark eftir skjótt uppspæl í vinstru.

Í botninum eydnaðist tað B68 við 3-1 sigri í Klaksvík mest sum at tryggja sær rættin at halda fram í deildini. Veteranurin Arnold Joensen legði miðskeiðis í 1. hálvleiki illa sperda KÍ framum við beinleiðis frísparki.

Eftir steðgin setti B68 venjarin, Súni Fríði Barbá, seg sjálvan á vøllin, og lítla løtu seinni javnaði hann, tá ið hann var fyrstur á returbólti. Tveir av fínu unglingaspælarunum syrgdu fyri tveimum teimum síðstu B68 málunum: Pól Jóhannes Justinussen til 2-1 og Jóan Símun Edmundsson við langskoti til 3-1.

Saman við KÍ er EB/Streymur niðanfyri strikuna. Ungu menninir hjá Olgari Danielsen hava víst fínt spæl, uttan at tað hevur eydnast at vinna. Hesa ferð hilnaðist væl í Leirvík. Unglingaspælarin Arnar Dam stútaði til 1-0, eftir at innlegg frá veteraninum Ronnie Samuelsen hevði tikið í tvørtræið. Tá ið tað restaðu 20 minuttir varð sigurin staðfestur av Pæturi Dahl eftir fínt uppspæl í høgru.

Í dystaryvirlitinum eru 21. og 22. umfar tikin við. Tey hava ongantíð verið í blaðnum.

 

21. umfar

6. september

07 Vestur-AB 3-0 (1-0)

1-0: Sjúrður Ellefsen 2.

2-0: Andrzey Stretowicz 55.

3-0: Tór-Ingar Akselsen 90.

 

Víkingur-B68 0-6 (0-2)

0-1: Keita 5.

0-2: Óli Olsen 10.

0-3: Óli Olsen 52.

0-4: Óli Olsen 72.

0-5: Óli Olsen 84.

0-6: Jónleif Højgaard 90.

 

VB/Sumba-KÍ 5-1 (2-0)

1-0: Jón Thomsen 10.

2-0: Dan Djurhuus 27.

3-0: Pól Thorsteinsson 49.

4-0: Birgir Jørgensen 55.

5-0: Jón Krosslá Poulsen 73.

5-1: David Bertholdsen 75.

 

NSÍ-HB 1-2 (1-0)

1-0: Jens Joensen 36.

1-1: Tróndur Arge 64.

1-2: Rasmus Nolsøe 90.

 

7. september

TB-EB/Streymur 3-0 (1-0)

1-0: Bárður Dimon 28.

2-0: Josef Bassene br 73.

3-0: Allan Smedemark 84.

 

22. umfar

13. september

AB-Víkingur 6-2 (2-0)

1-0: Evrard Blé 1.

2-0: Tróndur Sigurðsson 45.

3-0: Evrard Blé 46.

4-0: Thomas Hans Rubeksen 52.

4-1: Finnur Justinussen 61.

5-1: Thomas Hans Rubeksen 68.

6-1: Magnus Jakobsen 85.

6-2: Finnur Justinussen 87.

 

TB-07 Vestur 2-1 (1-1)

1-0: Bárður Dimon 10.

1-1: Tór-Ingar Akselsen 45.

2-1: Óli Johannesen 67.

 

KÍ-NSÍ 4-1 (3-0)

1-0: David Bertholdsen 21.

2-0: Jósup Henriksen 40.

3-0: Arnold Joensen 41.

4-0: David Bertholdsen 86.

4-1: Eddie Mikkelsen br 89.

Reytt kort: Jógvan Isaksen, KÍ, 88.

 

B68-VB/Sumba 2-4 (2-2)

0-1: Jón Krosslá Poulsen 14.

1-1: Gestur Lómstein 24.

1-2: Pól Thorsteinsson 25.

2-2: Óli Olsen 28.

2-3: Dan Djurhuus 47.

2-4: Jón Krosslá Poulsen 90.

 

EB/Streymur-HB 3-1 (0-1)

0-1: Ingvard Vang 7.

1-1: Tony Kruse 53.

2-1: Pól G. Olsen 70.

3-1: Jónstein Magnussen 86.

Reytt kort: Tórður Hentze 77.

 

Útsettir dystir frá 23. umfari

4. oktober

Víkingur-TB 1-2 (1-2)

1-0: Finnur Justinussen 36.

1-1: Tórður Mortensen 40.

1-2: Óli Johannesen 45.

 

9. oktober

HB-KÍ 1-1 (1-0)

1-0: Tony Rasmussen 38.

1-1: Henry Heinesen 53.

 

25. umfar

12. oktober

Víkingur-EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: Arnar Dam 25.

0-2: Pætur Dahl 81.

 

NSÍ-TB 1-2 (0-1)

0-1: Birgir Dimon 44.

1-1: Kári Hansen br 47

1-2: Allan Smedemark 60.

 

HB-AB 0-3 (0-1)

0-1: Thomas Hans Rubeksen 44.

0-2: Rói Danielsen 61.

0-3: Nikolai Eriksen 81.

 

KÍ-B68 1-3 (1-0)

1-0: Arnold Joensen 22.

1-1: Súni Fríði Barbá 69.

1-2: Pól Jóhannes Justinussen 75.

1-3: Jóan Símun Edmundsson 84.

 

15. oktober

VB/Sumba-07 Vestur 0-2 (0-0)

0-1: sjálvmál 66.

0-2: Jens Erik Rasmussen 69.