Hevði ikki andstøðan av tilvild fingið frænir av, hvat gekk fyri seg, so høvdu føroyingar vaknað hósdagin 27. juni 2013 til hesi tíðindi:
Føroya landsstýri hevur skrivað undir og bundið allar føroyingar til at geva einum útlendskum felag einkarrætt til í 50 ár at eiga nakrar kilometrar av Føroya landi – og at tjena nakrar milliardir uppá, at fólk og vinna flyta seg runt í okkara egna landi. Landsstýrið – sum skuldi umboða Føroya fólk – rindar donskum advokat- og grannskoðarafelag einar 10 mió. krónur av skatta?borgar?ans peningi til at skriva og gera hesa avtalu við útlendska felagið. Tey fólka?valdu í Føroyum skulu onki vita um hesa avtalu, sum selur ein part av Føroyum til spekul?antar at tjena uppá. Og Føroya fólk skal als onki vita yvirhøvur.
Landsstýrið hevur sjálvsagt ikki løgfrøðisliga ella fólkaræðisliga heimild fyri at fara soleiðis fram. Men tey ætla at gera tað kort?ini – og ætlaðu als ikki at siga nøkrum frá.
Hetta er ikki skemt ella marru?dreymur. Men hetta er úrslitið, tá vit hava eitt so sjálvsøkið politiskt stýri, ið onga hugsjón ella mál hevur fyri at menna landið, okkara førleikar í Føroyum og okkara samanhald.
Teir hava sett eld á stórviðin, ið ættarlið hava stríðst fyri at byggja til tess at vit øll og okkara eftirkomarar kunnu liva í felag og við sømd í landi okkara. Teir hava brotið brimgarðar niður, ið kunnu verja okkara felags virðir ímóti sjálvsøknum og ábyrgdarleysum gerðum.
Nú selja teir okkara land miðvíst til útlendskar spekulantar, ið skulu skúma virð?ini, førleikarnar og peng?ar?nar burtur úr virk?seminum og lívs?treyt?unum hjá fólkinum og vinnuni í landi?num.
Hugsjónirnar og málini hjá Tjóðveldi
Hjá Tjóðveldi er og hevur ongantíð verið nakar ivi um, hvussu vit menna og byggja okkara land til frama fyri alt fólkið í landinum. Í stevnu Tjóðveldisfloksins stendur m.a. í fyrstu og aðru grein:
“Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. (...) Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.
Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum.”
Tað, sum landsstýrið ger nú, er beint ímóti øllum hesum hugsjónum og málum. Tí fer Tjóðveldi sjálvsagt ongantíð at góðtaka, at slíkur ørskapur fyri okkara land kann fara fram. Og tí legði Tjóðveldi í 2008 fram eina ítøkiliga loysn og ætlan fyri, hvussu vit kunnu fara undir Skálafjarðartunnilin og at brúka avkastið av hesi farleið til at útbyggja og sambinda landið alt – og serliga Suðurøkið, sum er fyri vanbýti í dag. Og vit eru sjálvsagt til reiðar at gera hetta beinanvegin.
8 greiðar grundgevingar
Allar grundgevingar tala fyri loysnini hjá Tjóðveldi – og ímóti avreiðingini hjá landsstýrinum:
1. Fyri tær milliardirnar, sum landsstýrið ætlar at geva útlendskum spekulantum, kunnu vit fremja alla sam?ferðslu?æt?lan?ina, sum Lands?verk hevur lagt fram. Har eisini smábygdirnar og miðal?stóru bygdirnar fáa bøtt sam?ferðslu?møgu?leik?arnar fult út.
2. Ein alment stýrd føroysk loysn, mennir inntøkurnar og búskapin í landinum.
3. Hon mennir førleikarnar hjá føroyskari vinnu og serfrøði at standa fyri, fíggja, byggja og reka tunnilin. Landsstýrið avreiðir alt av landinum – sjálvt arbeiðið at gera ein sáttmála.
4. Ein almenn loysn tryggjar, at tað verður alment útboð av arbeiðinum til føroyskar fyritøkur og tryggjar javnar kappingartreytir og opinleika.
5. Tað verður munandi bíligari fyri fólk og vinnu at brúka tunnilin, tí landið skal sjálvsagt ikki hava sama avkast, sum eitt útlendskt íløgufelag tryggjar sær.
6. Vit kunnu gera heildar?ætlanir og planleggja fyri alt landið – og skulu ikki vera bundin av loyniligum avtalum við eitt útlendskt felag, sum sjálvsagt vil tryggja sær, at avgerðirnar um samferðsluna ikki taka profitt frá teirra felag. Hetta bindur eisini frælsið hjá komandi ættarliðum.
7. Vit skapa javnrættindi og somu møguleikar hjá fólki og vinnu kring alt landið – landsstýrið skapar bara framí?hjárættindi hjá út?lendskum spekulantum og teirra strámonnum.
8. Ein alment stýrd loysn, ið er part?ur av heildarhugsan fyri alt landið, skapar samanhald og vón. Landsstýrið set?ur kílar millum fólk í landinum.
Egin ómegd er einasta grundgevingin hjá landsstýrinum
Einasta grundgevingin, ið landsstýrið førir fram fyri síni ætlan, er, at vit megna ikki at gera tað alment og onki hendir í málinum, um hetta vitloysið ikki verður trumfað ígjøgnum. Men hetta eru somu fólk og flokkar, sum hava stýrt landinum seinastu níggju árini og hava avgjørda meirilutan. So teirra einasta grundgeving er altso egin ómegd.
Fari inniliga at heita á øll fólk í landinum um at gera vart við seg í hesum máli, og at stuðla okkum í at fáa ábyrgd, hugsjónir og mál aftur í avgerðirnar um okkara land og felags framtíð.