Brúkaravernd
? Tað hevur leingi verið greitt, at áhugamálini hjá brúkarunum eru sera illa vard í Føroyum. Eru trupulleikar, stendur brúkarin bæði ráðaleysur og verjuleysur. Tað finst ongin almennur brúkarapolitikkur, tað er ongin skipað brúkarakunning, og heldur ein brúkari seg hava verið fyri órætti, hevur hann ongastaðni at leita sær hjálp, uttan at fara í rættin og tað er í flestu førum alt ov trupult, drúgt og kostnaðarmikið.
Hetta er orsøkin til, at javnaðarflokkurin nú tekur stig til at seta lógir í gildi, sum skulu tryggja brúkaran.
Hans Pauli Strøm í javnaðarflokkinum, sigur, at flokkurin heldur at í dagsins brúkarasamfelag hava brúkaraáhugamál so stóran samfelagsligan týdning, at tað er sjálvsagt at tey eru eitt politiskt ábyrgdarøki og tí skjýtur hann upp at seta ein almennan brúkarastovn á stovn.
Tá ið Løgtingið kemur saman aftur til fundar í nýggja árinum, fer javnaðarflokkurin tí at leggja uppskot fram um um at seta ein brúkarastovn á stovn.
Hesin stovnur skal bæði hýsa einum brúkaraumboði og einum kærustovni.
Brúkaraumboðið skal verða stjóri fyri stovnin. Afturat sær skal hann hava eina brúkaranevnd við líka nógvum umboðum fyri brúkaran og vinnuna.
Hendan nevndin skal hava eftirlitið við eini lóg um marknaðarføring, sum javnaðarflokkurin eisini skjýtur upp at samstykkja. Hendan lógin skal seta reglar fyri, hvussu vinnurekandi kunnu bjóða vørur og tænastur fram.
Samstundis skal ein kærunevnd setast, sum brúkarar kunnu venda sær til, halda teir seg hava verið fyri órætti, tá ið teir hava keypt vørur ella tænastur.
Ongin villleiðing
Í uppskotinum um marknaðarføring, skjýtur javnaðarflokkurin m.a. upp, at vinnurekandi skulu ikki hava loyvi til at geva skeivar, villeiðandi ella órímiliga óneyvar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið.
Tað er eisini villeiðandi og ólógligt at geva brúkarum váttan um garanti ella aðra trygdartilsøgn, um keyparin við hesi tilsøgn ikki fær eina munandi betri rættarstøðu enn hana, sum longu hevst sambært galdandi lóggávu.
Fyri at selja vørur og tænastur, hava vinnurekandi ikki loyvi til at fjarsamskifta beinleiðis við fólk, sum hava fráboðað, at tey ikki vilja hava slíkt samskifti. Fjarsamskifti fevnir um eitthvørt slag av telesamskifti og annað samskifti.
Lóg um Brúkarakærunevnd
Umframt eina lóg um marknaðarføring, verður skotið upp at gera lóg um eina brúkarakærunevnd at viðgera kærur frá brúkaranum í dagligum viðurskiftum í sambandi við keyp og sølu av vørum og tænastum og øðrum avtalum.
Nevndin skal virka óheft av landsstýrinum og skal taka avgerðir á so tryggum grundarlagi, at avgerðirnar í mest møguligan mun koma at liggja uppat tí, ein rættaravgerð hevði komið til.
Lagt verður politiskt upp til, at vinnan sjálv loysir trætumál síni við brúkararnar, og verður tí í lógini eisini latið upp fyri, at aðrar kærunevndir við somu heimild kunnu setast, um tær eru góðkendar sum slíkar sambært lógini.
? Við hesum verður skundað undir, at vinnubólkar sjálvir gera kærunevndir innan teirra øki, teimum sjálvum og brúkarunum at gagni, sigur javnaðarflokkurin