Nú skal kjarnorkustøð í Grønlandi kannast

Danskir myndugleikar skulu í summar kanna møguliga dálking við niðurlagda hernaðarstøð í Grønlandi

Í summar skulu serfrøðingar kanna Camp Century í útnyðringspartinum av Grønlandi. Hetta var hernaðarstøð hjá amerikumonnum fram til 1967, og partur av hernaðarstøðini var ein virkin kjarnorkureaktor. Eftir amerikumenn lá ymiskt burturkast, sum verður mett sum ein umhvørvisvandi.


Grønlendingar hava í longri tíð strongt á danskar myndugleikar fyri at fáa teir at kanna umhvørvið við niðurløgdu støðina, og nú verður tað til tað, skrivar blaðið MetroXpress.

- Vit fegnast um, at Danmark umsíðir kemur í gongd við at kanna dálkingina við Camp Century, sigur Suka K. Frederiksen, sum er landsstýriskvinna í náttúru- og umhvørvismálum.

Hon sigur, at hetta er fyrsta stig í málinum, og hon væntar, at Danmark og USA átaka sær  uppgávuna at rudda økið.

Amerikumenn hava higartil avvíst at rudda hernaðarstøðina, og grønlendingar halda, at so má Danmark – og ikki Grønland – átaka sær ruddingina.

Anders Samuelsen, sum er uttanríkisráðharri, vil sambært Ritzau ikki viðmerkja málið.