Nú skal landslækni setast til skúlabørn

Bill Justinussen ætlar nú at seta eitt slag av barnalandslækna, sum skal kanna øll skúlabørn eina ferð árið og sum skal ráðgeva og vegleiða um heilsu hjá børnum í víðari merking

Heilsurøkt

Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar sær undir eitt veruligt átak at bøta um heilsuviðurskiftini hjá børnum.
Tað, hann ætlar at gera við at seta ein lækna, sum burturav skal hava við heilsuna hjá børnum at gera.
Hetta verður eitt slag av barnalandslækna, sum einaferð um árið skal ferðast runt landið at kanna øll skúlabørn í Føroyum í fyrsta og áttanda flokki.
Harumramt skal hann ráðgeva og vegleiða um heilsu hjá børnum.
Hann sigur, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um skúlalæknaskipan, áðrenn freistin at leggja uppskot fram í hesi tingsetuni er úti 5. mars.
Hann heldur at hetta er eitt øki, sum er forsømt í Føroyum og at tað leingi hevur verið eitt hjartamál hjá miðflokkinum at fáa skúlalæknaviðurskiftini í rættlag.
Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu skúlabørn eru fyri á hesum øki.
-Summastaðni eru skúlalæknar, aðrastaðni eru ongir og vit kunnu ikki vera bekent at børnini skulu hava so ymisk tilboð á hesum øki, heldur Bill Justinussen.
Hann sigur, at verður ein landsumfatandi skúlalækni settur, fer hann við tíðini at uppbyggja sær eina serfrøði á økinum, sum fer at gera hann ógvuliga væl skikkaðan at ráðgeva øðrum fólkum í heilsuverkinum, skúlaverkinum, foreldrum, sosialum myndugleikum o.s.fr, um viðurskifti hjá børnum
-Hetta verður ein lækni, sum skal fylgja gjølliga við børnum og ungum. Hann skal hava eitt vakið eyga við tí, sum er uppi í tíðini og siga sína hugsan um tað, sum, kann ávirka viðurskiftini hjá børnum viðurskifti.
Hann kann eisini gera og skipa fyri kanningum og at útvega hagtøl fyri ymisk viðurskiftum, sum hava við skúlabørn at gera og sostatt kemur hann ikki minst at fáa týdning í tí fyribyrgjandi arbeiðnum.