Tórhavnar býráð hevur nú sett hol á ætlanina at gera ein langhyl í Havn.
Fyrsta uppskot til fíggjarætlan fyri 2012 er løgd fyri Býráðið í kvøld og har stendur, at næsta ár skulu fimm milliónir setast av til nýggja svimjihøll.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er gera ein veruligan langhyl við einum 50 metra hyli.
Harumfamt liggur í kortunum, at í nýggju høllini skal eisini vera baðiland og vælverudepil við heitum pottum og øllum, sum har til hoyrir.
Nýggja svimjihøllin skal byggjast beint við svimjihøllina, sum longu er í Gundadali og í hesum sambandi liggur í kortunum, at ÍSF húsið skal takast niður.
Tilsamans er talan um eina verkætlan, sum leyðsliga mett kostar 30-40 milliónir.
Borgarstjórin sigur, at enn er ongin avgerð tikin Enn er sostatt óvist, nær nýggja svimjihøllin verður liðug, serliga tá ið hugsað verður um, at býráðsval verður aftur um eitt gott ár.
- Men nú er so ætlanin at seta skjøtul á, men um hon verður liðug í 2013, sum onkur hevur sett nøsina upp ímóti, er kortini óvist.
Hendan nýggja svimjihøllin kemur afturat høllini, sum er, so tá ið hon er liðug, verða tvær svimjihallir í Havn.