Nú skal prísurin á ferðaseðlum broytast

Strandferðslan skal hava hægri inntøkur av ferðaseðlum og farmagjaldi

Í hesum døgum verður arbeitt við at broyta prísirnar á ferðaseðlum við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyri Fíggjarnevndinini, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerar.

Hann vísir á, at hesi seinastu 10 – 12 árini, hevur Strandferðslan hvørki hækka prísirnar, ella prístalsviðgjørt teir. Men nú verður arbeitt við eini ætlan um at økja inntøkurnar hjá Strandferðsluni av ferðaseðlum. Tað merkir, at tey, sum brúka Strandferðsluna nógv, fáa avsláttur, men aftur fyri skulu tey, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, búgva, rinda ein hægri prís.

Ætlanin er eisini at broyta farmagjøldini, soleiðis at prísurin er ymiskur, alt eftir nær fráferð er. Ætlanin er at broyta prísirnar soleiðis, at Strandferðslan fer at fáa einar 6-7 milliónir afturat í inntøkum um árið, og ein partur av tí skal brúkast til at menna tænasturnar.