Fótbóltsárið er av álvara farið at halla. Tað verður framvegis vant kring landið, men venjingin er ikki so krevjandi nú, sum hon var, tá tað ráddi um at fáa spælararnar í røttu venjingarstøðuna, bæði hvat tí kropsliga viðvíkur og hvat bóltførleikanum viðvíkur. Nú snýr tað seg nógv um at endurvinna orkuna eftir strevnu dystirnar fram móti kappingarenda og at halda tað við líka, sum spælararnir fyrr á árinum hava strítt seg til undir venjing og í dystum.
Men sjálvt um eitt venjingarkvøld kanska verður lopið um av og á, og tað okkurt av hinum fólkunum ikki verður lagt so nógv fyri, so merkir tað ikki, at venjararnir hava minni at gera. Í hvussu so er ikki teir níggju venjararnir, ið hesi bæði seinastu árini hava tikið lut í elituvenjaraútbúgvingini.
Sita við skrivaraborðið
Teir níggju venjararnir eru Annfinn Danielsen, sum hevur ábyrgdina av ungdómsfótbóltinum hjá KÍ, Mattias Davidsen, sum hevur havt ábyrgdina av U-16 landsliðnum, Hans Mourits Foldbo, sum hevur nógv við ungdómsfótbóltin í Gøtu at gera, Eli Hentze, sum umframt at vera toppskorari hjá B71 eisini hevur nógv við ungdómsfótbóltin á Sandi at gera, Petur Mohr, sum í ár hevur vant dreingjaliðið hjá NSÍ, Trygvi Mortensen, 1. deildarvenjari hjá NSÍ, Johan Nielsen, 1. deildarvenjari hjá GÍ, Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og høvuðsábyrgdarpersónur fyri teimum yngru landsliðunum og Petur Simonsen, sum í ár er venjari hjá 2. deildarliðnum hjá HB.
Hesir leggja í hesum døgum síðstu hondina á síðstu skrivligu uppgávuna. Hon snýr seg um menning av tí einstaka spælaranum. Venjararnir hava hvør í sínum lagi valt tveir av spælarunum, sum teir hava á liðnum, teir eru venjarar hjá. Venjararnir hava samskift við spælararnar, og út frá hesum og út frá møguleikunum, sum venjararnir halda, eru í spælarunum, er tað uppgávan hjá venjarunum at seta nýggj mál fyri menningina av spælarunum næsta árið og niður í smálutir at greina, hvussu teir halda, at málið skal røkkast.
Slutspurturin
Skrivliga uppgávan skal latast inn um mánaðarskiftið, og sunnudagin 10. oktober, ella dagin eftir at landsliðið er komið aftur úr Kekkia, skulu venjararnir niður til Danmarkar, har teir skulu halda til á fótbóltsskúlanum, sum er í Frederikshavn.
Venjararnir koma aftur til Føroya leygardagin 16. oktober, og meðan teir eru í Danmark, verða tað tríggir danskarar, sum hava havt nógv við venjaraútbúgvingar í Danmark at gera og sum eru væl kendir í Føroyum, sum fara at hava ábyrgdina av frálæruni. Hesir menninir eru Jens Tang Olesen, sum er leiðari á fótbóltsskúlanum, og Max Rasmussen og Knud Aage Nielsen, sum mangan hava verið í Føroyum og hildið skeið fyri føroyskum venjarum.
Føroysku venjararnir fáa mánadagin 11. oktober vitjan av einum superligu spælara, og sama dag skulu teir til Århus at hitta venjaran hjá AGF, Peter Rudbæk, ið fer at greiða teimum frá um venjingina, sum føroysku venjararnir seinni á degnum skulu eygleiða.
Týsdagin skulu føroyingarnir m.a. hitta umboð fyri kommununa í Frederikshavn. Í hesum býnum verður á hvørjum ári skipað fyri Dana Cup, ið er ein víða kend og virðismett fótbóltskapping. Tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av kappingini, og ætlanin er, at føroyingarnir skulu frætta nærri um hetta velduga tiltakið.
Vitja feløg
Seinni týsdagin skulu føroyingarnir eygleiða fyrireikingarnar til ein fótbóltsdyst. Hetta fevnir bæði uppleggið og upphitingina, og mikudagin verður uppgávan hjá føroyingum at gera eina skrivliga eftirmeting av tí, sum teir hava sæð, sammett við tað, sum ætlanin var, at teir skuldu síggja, og seinni mikukvøldið skulu teir til Århus at síggja superligudystin millum AGF og Brøndby.
Dagin eftir skulu føroysku venjararnir eftirmeta dystin, og seinni henda dagin skulu teir vitja í AaB fyri at frætta, hvussu arbeiðið gongur fyri seg í einum superligu felag ? frá tí yngsta piltinum og fram til besta mannin í superliguni og á øllum økjum, t.d. ítróttarliga, fyrisitingarliga og hvat heilsurøkt viðvíkur.
Tað eru eingi feløg í Føroyum, sum kunnu mátast við tey bestu í superliguni, men tað verður ivaleyst gagnligt hjá venjarunum at frætta um viðurskiftini. Í Aalborg eru nógv fótbóltsfeløg, og síðsta punktið á dagsskránni hjá føroysku venjarunum á Danmarkarferð verður at vitja eitt av smærru feløgunum. Hetta felagið eitur ÅRS, og dagin eftir, at teir venjararnir hava verið í hesum felagnum, koma teir aftur til Føroya.
Higartil hava omanfyri nevndu venjararnir staðið allar royndirnar, og um uppgávurnar, sum teir nú leggja síðstu hondina á, verða góðkendar, og avrikini hjá teimum í Danmark fáa somu lagnu, so kunnu teir um ein lítlan mánaða kalla seg elituvenjarar.