Nú skal sigurin vinnast

Jákup Mikkelsen heldur, at nú hava føroyingar bíðað nóg leingi eftir fyrsta sigrinum á grannunum fyri vestan

Tá ið útisetatalið verður sammett er eingin ivi. Íslendingarnir, sum dagliga stríðast í øðrum europeiskum kappingum, eru nógv fleiri á landsliðnum, enn tað eru føroyingar,s um eru uttanlands og spæla fótbólt, og sum í dag skulu umboða Føroyar.
Bara fýra spælarar, sum dagliga eru í íslendsku kappingini, verða í Gundadali í kvøld. Tríggir teirra eru í íslendsku leguni. Teir eru ÍBV málverjin, Birkir Kristinsson, verjuspælarin Ólafur Örn Bjarnason úr Grindavík og framrættaði Veigar Páll Gunnarsson, sum spælir við KR. Allir hinir fimtan íslendingarnir spæla aðra staðni. Tað var orsøkin til, at íslendsku spælararnir eru komnir so við og við til Føroya. Onkrir komu úr Íslandi sunnudagin, og aðrir komu úr Onglandi, Noregi og Danmark, hagar teir vóru komnir aðra staðni frá, mánadagin.
Í føroysku leguni er Julian Johnsson einasti spælarin, sum er komin úr Íslandi. Jón Rói Jacobsen og Christian Høgni Jacobsen eru komnir úr Danmark, og so er tað Jákup Mikkelsen, sum sunnudagin kom úr Skotlandi. Dysturin í dag er tann fyrsti nakrantíð, at ein spælari á føroyska liðnum umboðar felag í bestu skotsku deildini.
Eingin ivi tykist vera um, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum í kvøld fer at verja føroyska málið.fyri 31. ferð. Longu í 1988, tá ið Føroyar 24. august spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin síðani FIFA limaskapin ? tað var í Akranesi ímóti Íslandi, sum vann 1?0 ? var Jákup á beinkinum. Fyrstu ferð hann vardi føroyska málið var eisini ímóti Íslandi. Tað var sunnudagin 2. juli í 1995, tá ið Føroyar taptu 2?0 í Neskaupsstaði.
Síðani Føroyar og Íslandi fyrstu ferð hittust í 1930, hava Føroyar spælt í alt 25 landsdystir imóti Íslandi. Fleiri ferðir var talan um íslendskt B landslið, men síðani í 1972 hava íslendingar hvørja ferð manað seg við A landsliði.
Í 1984, tá ið Jógvan Norðbúð hevði ábyrgdina av føroyska liðnum, var úrslitið í Gundadali málleysur javnleikur. Í øllum hinum dystunum hava íslendingar vunnið.
? Um vit hugsa um dystargongdina hesar seinastu ferðirnar, tá ið vit hava spælt ímóti Íslandi, so hevur tað verið rættuliga tætt. Í Íslandi í juni var tað harmuligt, at teir fingu sigursmálið í evstu løtu. Talan var um eitt flott mál, men teir áttu ikki at havt fingið tað, tá ið tað var so lítið tíð eftir, sum tað vísti seg at vera, heldur Jákup Mikkelsen. Hann sigur seg vera sera uppsettan til avbjóðingina ímóti Íslandi, sum hann heldur vera rættuliga stóra.

Spaniumenn standa fyri
Landsliðið vandi tvær ferðir í fyrradagin. Í gjár vóru aftur tvær venjingar á skránni. Seinna venjingin skuldi vera á Svangaskarði klokkan 16 í gjár. Íslendingar vandu á Toftum í fyrradagin. Ætlanin var, at teir skuldu venja á Tórsvølli í gjárkvøldið .
Dómarakvartettin er úr Spania. Dómarin eitur Gonzaler Eduardo. UEFA umboðsmaðurin eigur Khennet Tallingar. Hann er úr Svørík. UEFA dómaraeygleiðarin er úr Fraklandi. Hann eitur Alain Delmer.