Strandferðsla
Nýggja ferðaætlanin hjá Strandferðsluni skal vera einfaldari enn tann, sum nú er í gildið og so skulu bátarnir sigla til tíðina.
Tað er tvey høvuðsendamál, nú Strandferðslan er í ferð við at gera nýggja ferðaætlan.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey hava sett sær fyri, at nýggja ferðaætlanin skal koma í gildi 8. apríl, beint eftir páskir.
? Tað er fyri at sleppa undan at hava tær páskahøgtíðir í ferðaætlanini, har hom skal broytast.
Hann sigur, at broytingar í ferðaætlanini elva til fløkju og at tað er óheppið at byrja eina nýggja ferðaætlan við broytingum, tí kemur hon ikki í gildi, fyrrenn beint eftir páskir, so at broytingar bara skulu lýsast á páskum næsta ár.
Í løtuni verður arbeitt við at avgreiða ferðaætlanina til prentingar.
Luft og einfeldni
Annars sigur Reidar Nónfjall, at rættiliga nógvar broytingar eru í nýggju ferðaætlanina, sum kemur.
?Nú, vit leggja nýggja ferðaætlan, hava vit tikið alla ferðaætlanina í botn og hugt eftir, hvar vit kunnu gera ábøtur.
?Eg haldi, at tað er nógv spennandi í nýggju ferðaætlanini og hon er løgd í neyvum samstarvi við tey ymsu økini í landinum og vit bussar o.s.fr.
?Hann sigur, at tveir málsetningar, sum Strandferðslan hevur sett sær fyri er, at nýggja ferðaætlanin skal vera einfaldari enn tann, sum nú er, og at skipini skulu sigla til tíðina.
?Fráferðirnar ymsastaðni frá, skulu ikki so fastar tíðir, sum gjørligt.
Eitt nú siglir Smyril av Havnini til Suðuroyar heilar fimm ymiskar tíðir um kvøldið. Okkurt kvøld siglir hann kl. 17.30, okkurt kvøld kl. 18.00, okkurt kvøld kl. 19.00, okkurt kvøld kl. 20.00 og okkurt kvøld kl. 22.30.
? Tað er ørkymlandi hjá teimum, sum skulu brúka strandfaraskipini at halda greiði á ymsum tíðum.Tí fara vit at royna at gera tað nógv einfaldari, og so vítt tað ber til, fara fráferðirnar at vera somu tíð hvørt kvøld, ikki bara á Suðuroyarleiðini, men eisini aðrastaðni, sigur Reidar Nónfjall.
Hann sigur, at tað er eisini ein sorur trupulleiki at ferðaætlanin er so trong, at tað ikki eyudnast at fáa bátarnar at sigla til tíðina.
Hetta munnu ikki minst tey sanna, sum plaga at sigla við Smyrli úr Havnini til Suðuroyar, tí tað greittir næstan ikki, at hann er ov seinur av Havnini.
?Hetta er ógvuliga forargiligt hjá fólki og tí hava vit sett okkum fyri at hava so frægt av luft ímillum túrarnar, at tað skal bera til at sigla til tíðina, sigur strandferðslustjórin.
? Vit royna alla tíðina, tað vit kunnu, men tað stjelur nógva tíð, at ferðslan alsamt veksur, bæði ferðafólk og bilar, ikki minst stórir bilar og treylarar, samstundis sum umstøðurnar á havnaøkinum ikki eru tær bestu og mangan skapa trongar.
?Tað er ongin meining at tað stendur í ferðaætlanini, at Smyril skal sigla klokkan 18 av Havnini, tá ið tað ongantíð eydnast at sigla, fyrrenn kl. 18.30, ella onkuntíð seinni.
? Tá er betri at lýsa, at hann siglir kl. 19 og so at hann siglir kl. 19. og ikki eitt minutt seinni, sigur hann.