Nú skal tað verða ruddiligt og nossligt í Sundalagnum

Tey gera nú eina heildarætlan ímóti óruddi, og samstundis fara tey at fyrireika seg til stormarnar í vetur

Endamálið er at fáa alt órudd burtur, sum liggur og rekst á økjum hjá kommununum. Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

Tey hava nú gjørt av at fara undir eina heildarætlan ímóti óruddi og endamálið við tí er at fáa alt órudd burtur á kommunalum økjum.

Her verður bæði hugsað um privat og vinnuligt órudd.

Borgarstjórin sigur, at órudd er ein stórur trupulleiki ymsa staðni í kommununi, tí tað liggur nógva staðni og sløðist. Og tað vísir seg at vera nógv lættari sagt enn gjørt at fáa tað burturbeint

Nú fara tey at leggja eina manngongd fyri, hvussu hetta skal skipast. Men fyrsta stigið verður at fara runt í kommununi at skráseta tað óruddið, sum liggur.

Har tað ber til at staðfesta, hvør hevur ábyrgdina av óruddi, fær viðkomandi eitt skriv frá kommununi um at fáa tað beint burtur við eini ávísari freist. Verður freistin ikki hildin, fer kommunan at taka sær rætt til at beina óruddið burtur fyri eigarans rokning.

Har tað ikki ber til at staðfesta, hvør eigur óruddið, má kommunan sostatt rudda sjálv.

Heðin Zachariasen sigur, at samstundis skulu treytir um órudd gerast tá ið fólk leiga øki frá kommununi.  

Hann sigur, at hetta er ikki bara tí at tey vilja hava tað reint og ruddiligt í kommununi.

– Hetta er eisini fyri at fyrireika okkum til veturin, tí eitt av endamálunum er at syrgja fyri, at einki órudd liggur, sum kann verða tikið av vindi og gera skaða.

Í hesum sambandi hugsa tey eisini um neyst og onnur hús, sum eru so illa farin, at vandi er fyri, at tey kunnu fara í eini ódn.

– Eru slík hús, sum kunnu vera til ampa, ætlar kommunan at boða eigaranum frá og at fáa hann at taka neyðug stig fyri at fáa húsini í slíkan stand, at tey ikki fara í vindi.

Men hendir einki áðrenn ein ávís freist er farin,, hevur kommunan heimild at taka tey stig, sum eru bíligast fyri kommununa. Tað merkir, at verða tær røttu mannagongdirnar fylgdar, hevur kommunan heinild til at taka tøk av, at eitt tak, ella eina yvirtrom av, ella í ringasta føri, at taka eitt hús niður.

– Tað er ikki rætt, at órudd og vánalig hús skulu vera til vanda fyri at fara í vindi, tí tað ger skaða, umframt at bjargingarfólk noyðast út í ódnarveðri til uppgávur, sum tað í roynd og veru skuldi verið neyðugt at farið til.