Innlit
So leingi føroyingar og grønlendingar ikki hava fulla atgongd til teir upplýsingar sum danska Fíggjareftirlitið savnar saman um fíggingarstovnar í Føroyum og Grønlandi, ber heldur ikki til at hava tað neyðuga tamarhaldið á fíggjarligu gongdini.
Tað halda teir tríggir fólkatingslimirnir í Norðuratlantsbólkinum, Tórbjørn Jacobsen, Kuupik Kleist og Lars-Emil Johansen.
Teir tríggir hava nú lagt uppskot fyri Fólkatingið um at broyta lógina so at Føroyar og Grønland frá allar upplýsingar, sum fíggjareftirlitið savnar saman um ávikavist føroysku og grønlendsku peningastovnarnar.
Samstundis biðja teir Fólkatingið um at áleggja donsku stjørnini at taka upp samráðingar við landsstýrini í Føroyum og í Grønlandi um, hvussu hesir upplýsingarnir kunnu útvegast.
Trilva í blindum
Teir tríggir siga, at av tí, at føroyingar og greønlendingar ikki hava atgongd til teir upplýsingar, sum fíggjareftirlitið fær um peningastovnarnar í hesum londunum, ber tað heldur ikki til hjá hesum londunum at hava so gott innlit í búskaparligu støðuna, sum krevst fyri at kunna ávirka gongdina og fyri at kunna taka neyðug stig fyri at tryggja búskapin.
Teir minna á, at í sambandi við kreppuna í Føroyum fyrst í nítiárunum, varð funnist at landsstýrinum fyri ikki at hava byrgt upp fyri kreppuni.
Hinvegin hevur landsstýrið ført fram, at tað hevur ikki tey neyðugu amboðini, sum skuldu til, fyri at stýra fíggjarligu gongdini í einum samfelagi.
Í hesum sambandi varð serliga sipað til frágreiðingarnar frá fíggjareftirlitinum.
?Men hóast landsstýrið hevur gjørt vart við sína misnøgd við støðuna, hevur danska stjørnin ongi stig tikið fyri at tryggja føroyingum upplýsingarnar frá fíggjareftirlitinum.
?Teir tríggir fólkatingslimirnir siga, at hetta gongur ikki longur, serliga ikki nú gongdin er tann, at føroyingar í størri og størri mun taka ábyrgdina av egnum viðurskiftum, eins og rákið í Grønlandi er tað sama
? Tí er tað eisini natúrligt, at føroyingar og grønlendingar fáa somu upplýsingarnar um fíggingarstovnarnar í hesum báðum londunum, sum danir fáa, siga Tórbjørn Jacobsen, Kuupik Kleist og Lars-Emil Johansen.