Nú skammast tey

Frank Davidsen
----
Og lítið virðiligt var tað, at eingin uttan Jenis av Rana hættaði sær at svara Finn­ur Koba, tá hesin vildi hava svar uppá nakrar sera við­komandi spurningar við­víkj­andi embætisførslu Løg­manns. Ótrúligt, at øll 19 samgonguumboð ikki høvdu nakran trupuleika,tá tey trýstu á tann reyða knøttin. Men samstundis var ikki so frægur stiril í einum tí einasta samgonguumboðið, tá Finnur Koba beyð teimun svara sær uppá , viðvíkjandi leikluti Løgmanns í tí sum kundi verið størsta gøla í politisku søgu landsins.
Einki at siga til, at Løg­maður seinastu tíðina í tíð og ótíð hevur gjørt seg til eina veruliga grátikonu. Eitt offur, sum fyri at krógva sítt politiska dugnaloysi, hevur givið fjølmiðlunum og annars teimun sum hava tala at, at verða heksajakstrarir.
Samstundis hevur Løg­maður víst øllum føroya fólki, hvussu lítla virðing hann hevur fyri Løgtingsins røð­arapallið. Helst fyri at krógva yvur, tey ósannindir hann her borðreiidi fyri tí høga tingið, eins og fyri øllum Føroya fólki, so geylaði hann so ógvusligt, at ein skuldi trú, at hann var vitleysur. Her royndi hann at billa fólki inn, at hann visti einki um nakrar viðmerkingar, hóast hesir høvdu staðið á forsíðuni í landsins størsta blaði fáar vikur framman undan. Eisini hevði ein sam­gongufelagi eisini biðið um hesar upplýsingar stutt framm­­an­undan.
Har afturat noktaði hann staðiliga, at hann hevði verið á tí famøsa fundinum, har hesi skjøl vóru viðgjørd. Og Gud hjálpi mær um Løg­maður nakrar dagar aftaná, varð noyddur at viðurkenna, ikki bert at hann hevði verið á nevnda fundi, men eisini at tað Løgmaður sjálvur sum hevði kalla inn til fundin.
Eisini greiddi hann fjøl­­miðlunum frá, at tað høvdu verið fleiri fundir framm­an­undan, um milli­ónina til C.I.P. Sam­stundir so greiður Kári P. Højgård fjølmiðlunum frá, at tað var bert tann eini fundurin, har samtykt vat at C.I.P. skuldi fáa 1 millión " for tort og sviðe ."
So sjálvt um Løgmaður stendur geylandi á Tingsins røðarapalli, at hann ongan lut hevur við eina avtalu at gera, hóast hann sjálvur hevði innkallað til fundin, var til staðar sum stjóri hjá tí, ið skuldi undirskriva av­tal­una, so hevur okkara stjórnar­leiðari beinleiðis vátt­að at hann hevur logið fyri Løgtinginum, eins og øll­um Føroya fólki.
Sagt verður við hvørt, at fáur lýgur meira enn helvtina. Í samband við oman­fyristandandi, so segði løg­maður nærum 100 % ósatt.