Nýskipanaruppskotið væntandi klárt í næstu viku

Uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan er enn ikki lagt fyri Løgtingið.

 

Sum skilst, so var annars ætlanin, at fáa upskotið klárt hesa vikuna.

 

Í Fiskimálaráðnum verður seinasta hond løgd á uppskotið nú, og so skal tað ígjøgnum eina lógarkanning.

 

Hendan kanningin skal tryggja, at alt verður broytt, ið skal og at tað er samanhangur millum allar lógir, sum hava við evnið at gera. Meira umfatandi lógarverkini eru, størri er eftirkanningararbeiðið.

 

Tá ið hetta er gjørt verður uppskotið latið umsitingini í tinginum, sum so eisini eftirkannar um alt er, sum tað skal verða áðrenn uppskotið verður lagt fram í tinginum.

 

Uppskotið verður ikki lagt fram í hesi vikuni, men sum tað sær út nú, so verður framløgan helst einaferð í næstu viku.