Nú skulu fólk rinda fyri at hava pengar í Bankanum

Hetta er fyri tey við nógvum pengum á kontu, og fyri pensjónir - men rentan á bústaðarlánum lækkar eisini

Nú skulu summi av teimu, sum eiga pengar á bók í BankNordik, rinda fyri tað.

Tað boðar bankin frá í tíðindaskrivi í morgun.

Í september lækkaði BankNordik renturnar, og í tí sambandi varð avgjørt, at fyritøkur fingu negativa innlánsrentu. Tað merkir, at tey skulu rinda fyri at hava pengar standandi í bankanum.

Í dag boðar bankin frá, at nú verður innlánsrentan hjá privatfólki eisini negativ, og hetta verður sett í gildi í mars næsta ár.

Men samstundis verður rentan á bústaðarlánum lækkað niður í 2,75 prosent.

Sostatt skulu tey privatfólk, sum eiga yvir 500.000 krónur í bankanum, hereftir rinda 0,75 prosent av upphæddini fyri tað um árið. Tað sama verður galdandi fyri pensjónskontur, sigur bankin.

BankNordik tekur sostatt somu avgerð sum fleiri danskir peningastovnar, har eisini privatfólk hava negativa innlánsrentu.

Bankin sigur, at orsøkin til tað er, at rentan er so lág, at bankin hevur útreiðslur av at fólk hava pengar standandi í bankanum.

Samstundis eru ongar ábendingar um, at rentan fer at hækka fyribils, og tí hava tey tikið avgerð um at fólk, við nógvum pengum á bók, skulu rinda fyri tað.

– Hetta ein ein neyðug avgerð, ið skal fyribyrgja, at vit missa pening av at bjóða okkara tænastur, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, í tíðindaskrivinum

Kortini verður negativa rentan ikki galdandi fyri børn og ung undir 29 ár, tí hjá teimum verður rentan 0 prosent á øllum innlánskontum og pensjónskontum.

Bankin sigur, at tey, sum vilja sleppa undan at gjalda negativa rentu, kunnu økja møguleikan fyri størri avkasti við at gera íløgur fyri peningin.