Nú skulu sviar kunnast um Føroyar

Í august mánað kunnu føroyingar fyrireika seg til vitjan av tveimum sera forvitnum svium.
Tað eru tey bæði Noomi Riedel og Rasmus Borg, ið ætla at læra seg so nógv sum gjørligt um føroyingar og Føroyar og síðani føra hetta víðari til heimland teirra Svøríki

- Tað eru bara nøkur ár síðani eg fekk at vita, at tað búðu fólk í Føroyum, og at tað er eitt virkið samfelag, sigur Noomi Riedel.
Hon heldur, at hon er eitt gott dømu um, hvussu lítið sviar vita um Føroyar og føroyska samfelagið.
Føroyar eru nakrir prikkar á kortinum, ið lærarar og onnur ikki festa stórt virði við, tá tosað verður um Norðurlond í skúlanum.
Noomi Riedel er virkin myndakvinna, og Rasmus Borg er tónleikari. Tey eru 21 og 22 ár og lesa bæði á skúlum í svenska høvuðsstaðnum Stockholm. Noomi verður liðug við sína listútbúgving í summar, og Rasmus gongur annað árið á Tónleikaháskúlanum.
Í Føroyum er tað meiningin, at tey skulu vera í 10 dagar og ferðast runt. Noomi hevur ætlanir um hvønn dag at gera eina myndarøð, og Rasmus skal gera tónleik til myndarøðina.
Ta vitan, tey hava um Føroyar, hava tey nomið sær gjøgnum internetið. Og bæði eru samd um, at myndin, ein fær av Føroyum har, er ikki tann tey vilja geva.
- Tað sýnist sum um samfelagið og tíðin stendur still í Føroyum. Tað mesta sum er at lesa og síggja eru vakrar nátturumyndir og ikki so nógv um fólkið, ið har býr, sigur Rasmus Borg.
- Vit vilja tosa við fólk, avmynda tey og ikki bara taka nátturumyndir, sigur Noomi.
Hon hevur higartil tikið nógvar andlitsmyndir, og hava hennara myndir verið at sæð bæði í myndabløðum, plakatum og fløguhúsum í Svøríki og øðrum londum.
Føroyingar vil hon gjarna fanga í teirra dagligdegi og vísa, hvussu tað er at liva í einum slíkum samfelagi.
Rasmus, ið er klaverspælari og komponistur, hevur lurtað eftir kvæðatónleiki og væntar, at tað verður ein partur av íblástrinum til hansara tónleik úr Føroyum.
- Meiningin er, at eg skal gera eitt stykki av tónleiki hvønn dag til tær ymisku myndarøðirnar. Men helst skulu vit ikki verða ov fest at hvørjum øðrum, men bara lita hvønn annan við okkara listi, sigur Rasmus Borg.
Tá tey koma aftur til Svøríki er ætlanin at hava eina framsýning við myndum og tónleiki úr Føroyum. Til hetta endamál hava tey fingið hølini hjá "Norden i Fokus" í Stockholm. Og um áhugi er fyri tí, vilja tey eisini fegin koma aftur til Føroyar og vísa síni avrik.
Tá hesin partur av verkætlanini er liðugur, skal teirra verk savnast í einari bók, ið vónandi skal brúkast til at vekja størri áhuga fyri Føroyum millum sviar.



Fótnota: Noomi og Rasmus vilja fegin koma í samband við fólk, ið kunnu hjálpa teimum, og hava hugskot til teirra verkætlan. E-postadressan til Noomi er: noomi.riedel.gotland@folkbildning.net
----------

FAKTA
Navn: Noomi Riedel
Aldur: 21
Fødd: Stockholm
Býr: Stockholm
Karriera: Myndakvinna og lesandi

--------------
FAKTA
Navn: Rasmus Borg
Aldur: 22
Føddur: Trelleborg í Skåne
Býr: Stockholm
Karriera: Tónleikari og lesandi


----------
Hvat vita tey um Føroyar higartil:
Hvussu nógv fólk búgva í Føroyum?
Rasmus: 46 000 (næstan rætt - 48.219 Kelda: Hagstova Føroyar)

Hvussu eitur høvuðsstaðurin?
Noomi: Torshavn (Rætt - eitt lítið ó manglar bara)

Hvussu nógvur seyður er í Føroyum?
Bæði: Tað ána vit ikki (Uml 70-80.000 seyðir)

Hvussu nógvar oyggjar eru Føroyar?
Bæði: 18 (Rætt)

Hvussu eitur løgmaður?
Bæði: Tað vita vit ikki (Jóannes Eidesgaard)

Hvat mál er føroyskt nærmast í familju við?
Bæði: Ivast eina løtu men siga síðani íslendskt og norskt, ið verður talað á Vesturlandinum í Norra (Rætt)