Nú skulu verjurnar vísa sína styrki

Serliga í Runavík hava teir nógv fokus á, at færri mál skulu fara ígjøgnum, enn tað fóru í fjør

Tað fóru ov nógv mál ígjøgnum í fjør. Tað var høvuðsorsøkin til, at tað ikki samantalt hilnaðist betri, enn tað gjørdi í fjør. Hetta hevur verið niðurstøðan í Runavík, og teir ætla sunnudagin at vísa, at tað við Pól Thorsteinsson sum n!ggjum manni í miðverjuni, skal eydnast betri at halda tætt.
                      Fyrstu løtuna í steypadystinum í Sørvági síðsta leygardag var tað ikki so væl skipað í verjuni, men tað batnaði, og tá ið Christian Høgni Jacobsen var í hopla og skoraði tr! mál, var eingin ivi um sigurin.
                      KÍ hevur ikki rættuliga roynt seg enn. Steypadysturin síðsta leygardag varð avl!stur, tí mótstøðuliðið hevði gjørt sama brølara, sum klaksvíkingar gjørdu í steypakappingini í fjør.
                      Í Klaksvík eru teir spentir at síggja, hvussu tað fer at hilnast við broyttu uppstillingini, har tað eru tríggir í miðverjuni við Atla Danielsen sum aftasta manni, og hvussu tað fer at eydnast hjá n!ggja makkaraparinum í álopinum. Teir eru Ovi Nysted og kanska unglingurin Steffan Kalsø, sum er spildurn!ggjur á besta liðnum. Annar møguleiki í álopinum er Paul Clapson, sum í venjingardystunum viðhvørt hevur verið málverji og viðhvørt hevur verið í álopinum.
Veteranarnir Marek Wierzbicki og Harley Bertholdsen, sum ikki spældu so nógv í fjør, tykjast skula vera millum teir fyrstu ellivu, tá ið KÍ og Tony Paris í Runavík skulu taka fyrsta stigið móti stóru visiónini. Heðin á Lakjuni hevur trupulleikar í knænum orsaka av skadda krossbandinum, men hann verður við í KÍ ferðalagnum í Runavík. Iulian Floresco hevur av persónligum ávum verið heima í Rumenia í nakrar dagar, men tað verður roknað við, at hann kemur aftur til Klaksvíkar í morgin.
Sinisa Milisevic, verjukendur serbi, hevur vant í Klaksvík seinastu vikurnar. Hann verður tó ikki við sunnudagin, tí loyvini eru ikki komin upp á pláss.
                      Hjá NSÍ er sera stór kapping um plássini millum teir fyrstu ellivu. Málið er at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð til felagið, og venjarin heldur bæði seg sjálvan og spælararnar at vera førar fyri at liva undir tr!stinum, sum er á felagnum.
                      Í Sørvági vóru Viggo Johannesen og Helgi L. Petersen uttanfyri orsaka av skaða. Teir eru tøkir hesa ferð. Spæliloyvið hjá Jóhan Troest Davidsen var ikki komið upp á pláss tíðliga fyrrapartin í dag.