Næsta forsetakjakið verður á netinum

Eftir sjúkraleguna hjá Trump við korona verður nú boðað frá valnevndini, at næsta forsetakjakið verður virtuelt.

 

Næsta kjakið millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og demokratiska mótvalevni hansara, Joe Biden, verður virtuelt.

Tað hevur nevnding fyri forsetakjakið gjørt av, skrivar  tíðindastovan AP á Twitter.

Næsta kjakið verður 15. oktober. Eftir ætlan skuldi tað vera í Miami í Florida.

Avgerin um at gera kjakið virtuelt kemur, eftir at Trump er staðfestur positivur við koronuvirus. Tað hevur ført við sær, at hann hevur verið innlagdur á hernaðarsjúkrahús uttan fyri Washington. Hann varð útskrivaður mánadagin.

Trump hevur síðani boðað frá, at hann er klárur at møta til næsta forsetakjakið.

Men sambært nevndini fyri forsetakjakið verður tað ikki við at vera á staðnum, men umvegis netið.

/ritzau/