Næsta søla í morgin

Politiski myndugleikin í Føroyum hevur gjørt av, at tilsamans 20.000 tons av makreli skulu seljast á uppboði - í trimum umførum. Tað er Fiskamarknaður Føroya, sum hevur fingið til uppgávu at skipa fyri søluni fyri Fiskimálaráðið.
Sølan av teimum fyrstu 7.000 tonsunum fór fram hin 26. juli. Ein keypari keypti meginpartin - ella umleið 6.500 tons - av samlaðu nøgdini.
Nú hevur Fiskimálaráðið gjørt av, at sølan av teimum næstu 7.000 tonsunum verður í morgin, týsdagin hin 9. august klokkan 15.
Á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya er vegleiðing um, hvussu møguligir keyparar skulu fyrihalda seg, tá sølan fer fram, og heitt verður á áhugaðar um at seta seg væl inn í reglurnar, ið eru galdandi fyri søluna.