Áki Bertholdsen
? Um fá ár er stórur vandi fyri, at tað verður álvarligt trot á føroyskum kommunulæknum.
Andreas Petersen, kommunulækni í Gøtu, sigur at tað eru so fáir føroyingar undir útbúgving til kommunulækna, at tað er vandi fyri at stórt trot verður á føroyskum kommunulæknum um nøkur ár.
? Tað eru so fáir læknar, sum útbúgva seg til kommunulækna, at groft sagt eru vit, sum nú eru, kanska tað seinasta ættarliðið av føroyskum kommunulæknum, sigur Andreas Petersen.
?Teir allarflestu kommunulæknarnir í dag, eru farnir um tey 50, og næstan allir eru farnir um 40.
? Sostatt bendir alt á, at tá ið vit leggja frá okkum eru ongir nýggir, føroyskir kommunulæknar tøkir at taka størvini, sigur hann.
Tekur 10-15 ár
Kommunulæknaútbúgvingin hevur síðani seinast í áttatiárunum verið ein serlæknaútbúgving, sum tekur eini fimm ár.
Andreas Petersen sigur, at tað tekur eini 10 ár frá tí at ein lækni er liðugur at lesa, til hann er útbúgvin serlækni.
?Sostatt er neyðugt við langtíðarplanlegging.
? Og støðan er altso tann, at í løtuni eru næstan ongir føroyingar undir útbúgving til kommunulækna.
Kommunulæknin sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at so fáir føroyingar velja leiðina sum kommunulæknar.
?Eitt er, at tað eru ov fá størv í Føroyum og tí er arbeiðsbyrðan í flestu førum alt ov stór. Somuleiðis er eftirútbúgvingin ikki løgd í nóg fastar karmar.
? Men av tí, at útbúgvingartíðin er so long, tekur tað minst 10 ár, kanska upp í 15 ár at áðrenn vit merkja úrslitið av teimum tiltøkum, sum møguliga verða gjørd.
? Og tað vil aftur siga, at vilja landsins myndugleikar venda gongdini, er tað neyðugt at gera tað skjótt og at senda signalið til teir yngru læknarnir um, hvat ætlanin er.
Annars er vandi fyri at vit koma í ta støðu, at vit standa við alt ov fáum kommunulæknum um nøkur ár, sigur Andreas Petersen.
Tvær endastøðir
Andreas Petersen sigur hjá læknunum eru tvær ?endastøðir?.
?Tú kanst enda sum yvirlækni á einum sjúkrahúsi, ella tú kanst enda sum kommunulækni.
? Tað valið skal læknin gera eftir turnustíðina og tað er eini tvey ár eftir loknan lestur.
?Í turnustíðini skulu læknar arbeiða á tveimum sjúkrahúsdeildum, tað er sum oftast eini medisinskari deild og eini skurðdeild, umleið eitt hálvt ár á hvørjari. Teir skulu eisini arbeiða hjá einum kommunulækna í umleið eitt hálvt ár. So hava teir umleið eitt hálvt ár eftir, har teir velja sær eitt øki.
Og eftir tað skulu teir so velja sær eina sergrein at útbúgva seg í.
Andreas Petersen sigur, at
seinastu árini hava nógv teir flestu føroyingar valt at halda fram at útbúgva seg til serlækna á sjúkrahúsøkinum og ikki at búgva seg til kommunulækna.
? Tvs, at hyggja vit 10-15 ár fram, tá ið teir flestu av kommunulæknunum í dag, eru farnir frá, eru ógvuliga fáir føroyingar at taka størvini.
Andreas Petersen sigur, at ein orsøk til, at so fáir vilja vera kommunulækni er, at arbeiðsbyrðan er ov stór.
?Kommunulæknarnir hava 40 tíma arbeiðsviku, sum flest øll onnur.
Men harafturat koma vaktirnar.
? Summa staðni ganga teir enntá tveyskiftisvakt, t.d. í Vágum og í Sandoynni.
? Tvs, at teir skulu vera tøkir í 24 tímar út í eitt, annaðhvørt samdøgur - og so til arbeiðis dagin eftir.
? Aðrastaðni hava teir vakt triðjahvørt samdøgur, t.d. í Klaksvík.
Í Eysturoynni hava vit vakt sættahvørt samdøgur, og tað er heldur frægari. Í Havnini hava teir so vakt sjeyndahvørt samdøgur.
Andreas Petersen sigur at vaktirnar eru tungar.
? Bara tað sita og bíða og verða fyrireikaður til alt møguligt, frá smátingum til tað heilt alvarsliga er ógvuliga tyngjandi.
? Og hóast onki er at gera, fæst ongin verulig hvíld við telefonini undir oyranum alla tíðina.
Ein lækni, sum er í tveyskiftisvakt, er bundin einar 120-130 tímar um vikuna.
Orsøkin til, at arbeiðsbyrðan er ov stór, er sjálvandi, at tað eru ov fáir læknar.
? Vit eru 26 kommunulæknar í Føroyum. Tað er ein fyri hvørji góð 1.700 fólk.
? Fyrr varð sagt, at tað er hóskandi við einum kommunulæknafyri hvørji 1.500 fólk.
? Men seinastu árini er arbeiðsbyrðan hjá læknanum so nógv vaksin
M.a. eru fólk skjótari nú, enn fyrr, at fara til lækna. ? Og somuleiðis fáa læknarnir meiri og meiri at gera við at skriva váttanir av øllum handa slagi.
? So nú verður hildið, at tað er hóskandi við einum lækna fyri hvørji 1.200 fólk.
?Eftir tí skuldu vit verið 37-38 kommunulæknar í Føroyum. Sostatt skuldu vit verið 11-12 fleiri, enn vit eru nú, fyri at fáa rímiligar arbeiðsumstøður sigur kommunulæknin í Gøtu.
?Eg haldi at tað er bráðneyugt, at tað verða fleiri kommunulæknar í Havn, í Eysturoy og í Klaksvík. ? Men samstundis gongur tað ikki, at vit framhaldandi skulu hava øki við tveyskiftisvaktum.
? Tað øki, sum eg haldi, er tyngst at røkja, er Eiðis læknadømi, har eru 2.200 fólk í einum stórum øki við nógvum, smáum bygdum- og einum lækna.
Andreas Petersen sigur, at í Bornhólmi, býr líka nógv fólk sum í Føroyum, men har er alt landfast, og har eru 40 kommunulæknar. Tó hava teir eitt sindur eykaarbeiðið av ferðafólki um summarið. Men tað eru nú ikki ferðafólk, sum plaga at vera tey mest sjúku, leggur hann afturat.
Føla seg einsamallar
? Ein onnur orsøk til at kommulæknastarvið er so lítið lokkandi, er, at teir allarflestu kommunulæknarnir føla seg so einsamallar fakliga.
? Teir sita einsamallir í eini viðtaluhøli og hava ongar starvsfelagar at tosa við.
? Tvs, at teir eru einsamallir um at bera arbeiðsbyrðuna og at bera ábyrgdina.
Hann sigur tó, at hetta hevur verið í batningi við tað, at læknamiðstøðir eru komnar ymsastaðni.
? Men nógvastaðni er tað fakliga umhvørvið enn ein trupulleiki, sum myndugleikarnir heilt avgjørt eiga at gera nakað við, tí hendan støða er rættiliga tyngjandi.
Andreas Petersen leggur tó afturat, at nettupp hetta, er styrkin í kommunulæknaskipanini, at sami kommunulækni støðast leingi í einum plássi, tí á tann hátt kemur hann at kenna sjúklingarnar og viðurskiftini á staðnum væl.
? Sjúkrahúslæknarnir hava eisini vaktir. Men teir hava nógv fólk afturat sær um hvønn sjúkling, báði yngri læknar, sjúkrasystrar og annað starvsfólk, so tað er ein heilt onnur vakt, enn tann hjá tí einsamalla kommunulæknanum.
Kommunulæknin heldur, at ein triðja orsøk til at so fá vilja verða kommunulækni, er, at spurningurin um eftirútbúgving er so flótandi.
?Vit betala okkara eftirútbúgvingar sjálvir. Tað er spurningurin, hvussu leingi tað fer at halda, ella um eftirútbúgvingin skal vera eitt samfelagsmál.
Lønin hampilig
Tó heldur hann ikki, at lønin er beinleiðis nøkur forðing fyri at gerast kommunulækni, hóast teir ikki fáa tað øgiligu lønina, sum fólk mangan billa sær inn.
? Lønin er hampilig eftir føroyskum viðurskiftum. ? Men lønin hjá kommunulæknanum er á nøkunlunda sama støði lønin hjá einum yvirmanni á einum hampiligum føroyskum fiskiskipi.
? Frá fakfelagsins síðu hevur verið roynt at halda endalønina hjá kommunulæknunum á sama støði sum endalønin hjá einum yvirlækna á einum sjúkrahúsi.
Boðskapurin
Andreas Petersen sigur, at boðskapurin til myndugleikarnar tí er heilt greiður - um teir annars vilja fáa broyting í, so at vit eisini hava nóg mikið av føroyskum kommunulæknum í framtíðini.
1) Fleiri størv so arbeiðsbyrðan minkar. 2) Fakliga umhvørvið skal styrkjast, við at fleiri læknar arbeiða saman í læknamiðstøðum.
3) Eftirútbúgvingin má fáast í fastar karmar.
Lokka við løn
Aðrastaðni, t.d. í Norðurnoregi, Norðursvøríki og í Grønlandi verður roynt at lokkað læknar til við at bjóða teimum sera góða løn. Sær tú hesa gongdina fyri tær í Føroyum eisini ?
? Ja tað geri eg-um onki hendir heilt skjótt.
?Støðan har er tann, at roynt verður at lokka læknar til við heilt góðari løn.
? Teir læknarnir taka so eitt læknadømi uppá seg, sum kanska tríggir læknar eiga at vera um- og so arbeiða teir alla tíðina.
? Men so støðast teir heldur ikki meir enn ein, tveir, ella tríggjar mánaðir fyri eina rúgvu í løn.
? Og í Grønlandi er eitt heilt ólukkuligt læknatrot, hóast teir báði verða lokkaðir við góðari løn, einum grønlendskum ævintýri við útferðum á hundasleðum o.s.fr.
Andreas Petersen sigur, at sjálvandi ber tað til at fáa læknar til Føroyar uppá tann mátan.
? Men enda vit í teirri støðuni, fer læknaliga dygdin dygdin at fella heilt munandi. Tí teir læknarnir arbeiða døgnið runt, eina heilt stutta tíð, fyri at fáa tað góðu lønina, og so eru teir horvnir aftur, líka skjótt, sum teir komu.
? Og talan verður sjálvandi ikki um føroyskar læknar. Tá verður talan um læknar úr øðrum londum, kanska eysturlendskir læknar, sum ógvuliga illa løntir.
Kommunulæknin sigur, at hetta var ikki ætlanin við kommunulæknaskipanini í Føroyum. Ætlanin var nettupp at vit skuldu hava eina eina skipan, sum fekk læknan at støðast eitt áramál, fyri at tryggja eitt so høgt læknaligt støði, sum gjørligt, sigur Andreas Petersen.