FM-KAPPRÓÐUR
Eingin setur spurnartekin við sjálvan kappróðurin og vinnararnar á Eystanstevnuni leygardagin. Men róðrartíðin var so mikið long, at tað í hesum próvtøkutíðum ikki kann gevast annað próvtal enn tað, sum er undir dumpimarkinum.
Sambært skránni var kappróðurin ásettur at vera klokkan trý, soleiðis sum tað plagar at vera á øllum stevnum. Tá ið 10-mannaførini komu skúmandi framvið havnarlagnum í Runavík og út ímóti langa pirinum, har málstengurnar stóðu, var klokkan tíggju minuttir í sjey. Tað vil við øðrum orðum siga, at tey, sum vóru á havnarlagnum alla tíðina, hugdu og serliga bíðaðu í knappar fýra tímar. Sammett við fyri tveimum árum síðani, tá ið kappróður seinast var á Eystanstevnuni, var talan um meiri enn tvífalda tíð til kappróðurin.
Veðrið var gott leygardagin, men lotið spældi fyrireikarunum eitt puss. Tá ið tað var arbeitt við at leggja bátarnar, vísti tað seg torført at halda teimum við tí fjarstøðu til hvønn annan, sum skal til. Tí var neyðugt í fleiri førum at leggja bátarnar umaftur, og tað fór við nógvari tíð.
5-mannaførini við dreingjum vóru á fjørðinum og hitaðu upp klokkan hálgum trý. Klokkan var farin av hálvgum fýra, áðrenn startskotið dundi fyri teimum. Tá høvdu teir sitið heitir og síðani kaldir og næstan stirdir og bíða og bíða í meiri enn ein hálvan tíma. Í øllum øðrum ítróttarkappingum verður hetta roknað sum alt annað enn optimal fyrireikingartíð.
Menniskjaligir veikleikar
Umframt lotið, sum var mótspælari hjá fyrireikarunum, so vóru tað menniskjalig mistøk og óvandni, sum vóru orsøk til, at tað tók so langa tíð at avgreiða kappróðurin, at 1. hálvleikur í hinum stóra ítróttartiltakinum var liðugur, áðrenn tey mest kappróðrarhugaðu fóru av havnvarlagnum. NSÍ og EBStreymur vóru á veg at hvíla seg eftir fyrra umfarið, tá ið 10-mannaførini komu á mál, og tey, sum høvdu áhuga fyri steypahandanini, høvdu ongan møguleika eisini at síggja fótbóltsdystin.
Ein orsøk til stóru seinkingina var fasti starturin. Orsaka av at hann ikki varð spentur soleiðis, sum ætlanin var, at hann skuldi verða spentur, brast hann, og tað bar seinkingar við sær.
Ein onnur og kanska tann størsta orsøkin til seinkingina var tann ørgrynna av óviðkomandi bátum, sum vóru á Skálafjørðinum. Ivaleyst vóru nógvir har, tí teir hildu og halda seg hava stóran áhuga fyri kappróðrinum. Men teir tæntu avgjørt ikki kappróðrinum og stevnufyrireikarunum. Kanska tað besta róðrarøkið í landinum varð broytt til alt annað enn besta økið, tá ið óviðkomandi bátar otaðu seg alt nærri og nærri sjálvum róðrarøkinum. Eina løtu var heilt galið, og høvuðsdómarin kendi seg noyddan at hótta við, at hann fór at gevast, um bátarnir ikki tóku seg aftur.
Tað eydnaðist at avgreiða allar kappingarnar. Men óviðkomandi bátarnir seinkaðu projektinum, og kappróðrarbátarnir komu í aldur, sum als ikki áttu at síggjast á Skálafjørðinum leygardagin.
Á umboðum fyri Róðrarsambandið skilja vit, at teir seinni í hesi vikuni fara at eftirviðgera tað, sum gekk fyri seg á Skálafjørðinum. Í tí sambandinum fara teir at fáa frágreiðingar frá stevnufyrireikarunum, sum royndu at skipa fyri vaktarhaldi, og frá høvuðsdómarunum.