Næstan heilt erligir ummælarar

Okkum manglar ikki bøkur at ummæla ella fólk, ið duga at ummæla tær. Men tey eru ov fá, ið tora at siga sína erligu meining, var ein av niðurstøðunum við ummælarapallborðið á Bókadegnum 2004 sunnudagin

Pallborðsorðaskifti á árliga bókadegnum í Norðurlandahúsinum sunnudagin snúði seg hesuferð um Ummæli og umstøður at ummæla í Føroyum, har ummælarnir Bergur D. Hansen, Hanus Kamban, Kinna Poulsen og Carl Johan Jensen løgdu út við at siga sína hugsan um, hvat eitt gott ummæli er.
Men hóast tey fýra vóru samd um, at ein greið meting av listarliga avrikinum má vera eitt minsta krav til eitt gott ummæli, viðgingu tey, at tey hvør á sín hátt nokk øll høvdu lyndi til at pakka sannleikan inn, so hann gjørdist lættari at svølgja. Í so máta helt Carl Jóhan ikki ummælarar vera so nógv øðrvísi enn aðrir føroyingar, sum hvørja viku standa frammanfyri grønmetisdiskinum og banna innantanna um hetta lorta grønmetið fyri síðani kortini at taka til takka við tí minst rotna kálinum uttan at klaga hart og týðiliga á rætta stað.
List og handverk
Hanus Kamban vísti á, at listarliga umhvørvið í Føroyum er so lítið, at tað illa slepst undan, at tú situr og ummælir eitt verk hjá einum tú kennir væl og kanska enntá ert vinfólk við. At tú gert listafókinum eina tænastu við siga tína erligu hugsan, var Hanus als ikki í iva um, men tað finnast altíð fleiri mátar at gera tað. Og sambært Hanus má fyrsta kravið til ein ummælara vera, at hann hevur evni til at seta seg inn í ein øðrvísi hugsunarhátt, enn sín egna, fyri á tann hátt at koma í dialog við bæði listaverkið og tann, hann skrivar sítt ummæli til.
Meðan eitt føroyskt ummæli ofta helst ber seg undan at vera heilt erligt, fírir tað sum oftast ikki fyri, at vevja alt møguliga annað inn, kanska nettup fyri at fjala út yvir sítt manglandi dirvið til at siga tað, sum skal sigast. Bergur Hansen vísti á, at tað nettupp eyðkennir nógv føroysk ummæli, at tey eru ov lang og ógreið, har minsti parturin ofta verður brúktur uppá at viðgera sjálva bókina ella listaverkið.
Carl Johan Jensen saknaði eisini eina breiðari fagurfrøðiliga meting av bókum og yrkingasøvnum og sum heild, at føroysk listaverk verða mett í einum størri samanberandi listarligum høpi. Sambært Carl Johan er hetta tó ikki bara nakað, vit kunnu lasta ummælarum fyri, tí høvdu bókaforløg frá byrjan átikið sær uppgávuna at sálda frá og virka sum góðskufiltur, høvdu vit sloppi undan ummælum, har mett verður, at talan er um stóra list, bara tí handverkið er í lagi. So leingi ein slík meting ikki fer fram, sum liður í hvørt bokin yvirhøvur skal gevast út ella ikki, mugu vit nokk finna okkum í ummælum, sum ikki koma longur enn at meta um, hvørt ein høvundur dugir at skriva ella ikki.
Amatørummælarar
Kinna Poulsen gjørdi vart við, at tað sjálvsagt hevur nakrar avleiðingar, at flestu føroysku ummælarar eru amatørummælarar soleiðis at skilja, at nokk er førleikin í lagi, men so leingi tú ikki hevur tað sum fasta uppgávu, kanst tú loyva tær bert at ummæla tað, tær dámar ella av onkrari orsøk heldur vera áhugavert. Á tann hátt kanst tú altíð skáka tær undan alment at taka støðu eitt vánligt avrik, og í Føroyum er tað freistandi at gera tað, tí tey flestu av okkum vilja fegin kunnu heilsa uppá fólk, tá tey fara til handils dagin eftir. Kinna sjálv helt tað ikki gera nakað, um tú sum ummælari bíðar eitt sindur við tínum hvassastu metingum, tá ein høvundur gevur út fyrstu ferð, men endurtekur eitt vánaligt avrik seg, eiga ummælarar avgjørt at gera vart við tað. At listafólk yvirhøvur geva síni verk út, mugu ummælarar eisini kunna taka sum eitt tekin um, at tey eisini tola atfinningar, helt Kinna.
Skulu ummæli sáldast?
Uttan iva er tað ymiskt, hvussu nógv eitt listafólk tolir at hoyra, men eftir viðmerkingum frá onkrum av áhoyrarnum at døma, kann eitt vánaligt ummæli gera so stóran skaða, at tað tekur dirvið frá sjálvt tí djarvasta til yvirhøvur at royna seg aftur seinni við onkrum, ið kanska kundi verið betri.
Ein av áhoyrarnum gjørdi eisini vart við, at vit í hesum sambandi eiga at hava í huga, hvussu sterkir miðlar útvarp og sjónvarp eru. Sambært áhoyrarnum kann eitt náðileyst ummæli í útvarpinum hava tað við sær, at sølan av eini bók fullkomiliga steðgar ella kanska als ikki fær ein kjans frá byrjan. Áhoyrarin undraði seg yvir, at tað eftir øllum at døma stendur nærum einum og hvørjum frítt at sleppa framat í útvarpinum við einum ummæli, uttan at nøkur redaktión metir um tað, áðrenn sendingin fer í luftina.
Pallborðsorðaskiftið í Norðurlandahúsinum sunnudagin var áhugavert og fjøltáttað, hóast tað í løtum var merkt av, at tað kundi verið betri skipað. Eisini átti meir tíð at verið sett av til kjak millum áhoyrarnar og tey, sum sótu við pallborðið, tí tey mundu vera fleiri enn undirritaða, sum høvdu eina kenslu av, kjakið mest sum júst var byrjað, tá tíðin ikki loyvdi fleiri áhoyrarum at sleppa framat.