Føroya Ungdómsráð, Fur, hevur fingið nýggja nevnd. Felagsskapurin hevur havt landsfund, og har varð Rói B. Poulsen afturvaldur sum formaður í felagnum. Nývald í nevndina eru Bogi J. Petersen frá felagsskapinum CISV-barnalegur og Silja Av Reyni Wennerström frá Sosialistisk Ung og Amnesty Ung.
Umframt formannin, er nevndin nú mannað soleiðis:
Ebba Sofía Kruse, Dramaverkstaðið
Brandar Heðinsson, Unga Tjóðveldi
Ragna Maja Kruse, Dramaverkstaðið
Bogi Petersen, CISV barnalegur
Eykalimir í nevndini eru Silja Av Reyni Wennerström, Sosialistisk Ung og Amnesty Ung og
Asta Abrahamsen, sum umboðar KFUM skótarnar.
Fur er felagsumboð fyri hjá 49 barna- og ungdómsfelagsskapir av øllum handa slagi og tey umboðar umleið 4.000 børn og ung í Føroyum. Talan er um børn og ung, sum eru virkin í sjálvbodnum felagsskapum við fjølbroyttum frítíðarvirksemi innan sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, lestrarumbýti, skótar og annað barna- og ungdómsarbeiði kring alt landið.