Nú standa vit eftir sum teir stóru tapararnir

Vit føla okkum eitt sindur snýtt, sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn

– Vit føla okkum eitt sindur snýtt. Tað sigur Gunvør Balle, býráðslimur og varaborgarstjóri í Havn. Tað, hon sipar til, er, at felagið, sum ger Sandoyartunnilin, og Runavíkar Kommuna, hava skrivað undir eina avtalu um at fáa grót úr tunlinum til Runavíkar. Tað ber í sær, at einir 30.000 lastbilar av gróti skulu koyra ígjøgnum havnargøtur á veg av Gomlurætt til Runavíkar.

Tað hevur fingið Boga Andreasen, býráðslim, at gera vart við seg, tí hann krevur, at skattgjaldarin í Havn skal ikki rinda fyri alt tað slitið, sum hetta fer at elva til á vegirnar í Havn.

Gunvør Balle ivast í um býráðið hevur heimild at gera nakað við hendan trupulleikan, men hon sigur, at hetta er ein spurningur, umsitingin í býráðnum er í ferð við at kanna.

Men hon dylir ikki fyri, at í Tórshavnar Býráð eru tey rættiliga illa av hesum máli, tí hon sigur, at tey føla seg eitt sindur snýtt.

– Vit í Tórshavnar Býráð royndu at fáa fatur á grótinum, men tá bar ikki til at fáa nakra avtalu við tunlafelagið, tí, tað varð ov dýrt, sigur hon. Men nú stendur ikki á at fáa eina avtalu við Runavíkar býráð um at Runavíkar Býráð skal fáa grótið fyri einki. Tað einasta, Runavíkar Býráð skal rinda, er fyri koyringina.

– Tað er fyrst og fremst tí, at nú skulu allir hesir 30.000 lastbilarnir koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin við gróti, og sostatt tryggja teir tunlinum eina stóra milliónaupphædd í inntøkum.

– Í Tórshavnar Býráð eru vit samd um, at hetta er heilt ófatiliga langt úti, tí nú er úrslitið, at bæði Runavíkar Býráð, og tunlafelagið, fara at fáa ein stóran vinning ímeðan vit standa eftir sum apukattar við allari dálkingini, øll slitinum á vegunum og øllum ampunum annars, sigur hon.

at landsmyndugleikarnir stovna eitt tunnilsfelag, sum fullkomiliga sleppur at liva sítt egna lív og ikki hugsar um nakað annað enn hvat tænir sjálvum felagnum best. Tað merkir, at felagið ikki tekur nakað sum helst fyrilit fyri heildini, sigur Gunvør Balle.

Hon sigur, at tá ið umsitingin er liðug at kanna málið, fara tey í býráðnum at viðgera niðurstøðuna fyri at vita, hvussu farast skal fram.