Fyri aðru ferð innan fyri ein mánað liggur fótbóltsvøllurin í Nólsoy undir í runu Eisini í Nólsoy merktu tey landnyrðingsbrimið. Og fyri aðru ferð innan ein mánað liggur fótbóltsvøllurin undir í runu og gróti.
Men hesaferð er nógv sum bendir á, at vøllurin ikki sleppur so snikkaleyst sum seinast. Tá, fyri mánaði síðani ella so, bar til at reinsa vøllin aftur fyri runu, og tá var eisini bert talan um smágrót, ið var endað inni á vøllinum.
Sum myndin sýnir, er allur vøllurin undir í runu, og hesaferð er tað stórt grót, sum er skolað inn á vøllin.
Mikkjal Holm, umsjónarmaður hjá Tórshavnar Kommunu í Nólsoy torir als ikki at meta um standin á sjálvum vøllinum, men hann sigur tað ikki koma óvart á seg, um vøllurin hevur tikið skaða.
- Hesaferð er skilið nógv verri. Nú liggur stórt grót á vøllinum, og tí undrar tað meg ikki, um skaði er komin á hann, sigur Mikkjal Holm.
Hann er í løtuni eitt sindur í døpurhuga um, hvussu støðan skal grípast ann. Men hann væntar tó, at teir fara at royna at reinsa á sama hátt sum seinast.
- Hesaferð er bara talan um so ræðuliga nógv størri upptøku, og er eri rættiliga bangin fyri, at stóra grótið kann hava skrætt hol á vøllin, sigur Mikkjal Holm.