HUGLEIÐING
Dagny Joensen
Vit liva í eini globaliseringstíð, verður sagt. Tað merkir m. a., at heimurin rundan um okkum regluliga kemur inn til okkara um sjónvarp og internet. Tað er kortini ikki alt, sum kann røkkast tann vegin. Vit hava eisini tørv á at fáa farmagóðs til lands, men vit taka tað kortini fyri givið, at borgarnir skulu hava góða tænastu, og at tíð ikki skal fara til spillis – og tað er gevandi fyri tann ótolna!
Orð eru takksom, siga vit vanliga, men orðini telja ikki so nógv í hesum føri. Tað er tørvandi reglusemi og tíðarspill í vanliga gerandisdegnum, sum darvar okkum her á landi.
Norrøna, flaggskip føroyinga, sum øll eru so errin av, skal veita okkum og útlendingum góða tænastu. Nú eiga vit eitt skip, sum nøktar tørvin hjá nútiðar ferðandi, verður sagt. Skipið er stórt og tekur ímóti fleiri hundrað bilum og ferðafólki. Bert er reglusemi ikki galdandi í hesum føri. Antin er veðrið ov vánaligt til at skilagott er at fara avstað, ella eisini er vindmegin ov stór, so ikki ber til at leggja at bryggju. Hartil kemur m.a., at farmagóðs og annað ikki kemur rættstundis fram tíðliga á morgni. Tað merkir at ovurstóru flutningsbilarnir standa í handilstúninum, tá fólk koma til handils eftir arbeiðstíð mánadag. Ætlanin var helst, at vøran skuldi avskipast til handlarnar, áðrenn fólk komu til handils. Inni í handlunum er tí eisini eitt øgiligt rok, har starvsfólk og viðskiftafólk kappast um at sleppa framat vøruhillunum.
Tað er so ein partur av nútíðini, sum als ikki borgar fyri góðsku ella at alt er meira tænastuvinarligt í dag í mun til í gomlum døgum.
Fyri 50 árum síðani fór rutubáturin Pride í Klaksvík frá bryggju kl. átta á morgni, og ikki eitt minutt fyrr ella seinni. Hevði tú ikki klokku, kundi tú bara kaga út í fjørðin at vita, hvar rutubáturin var staddur í leiðini, so visti tú, hvussu nógv klokkan var.
Tá legði Tjaldur, ferðaskipið hjá Skipafelagnum, sum tá var flaggskip føroyinga, at bryggju í Klaksvík 14. hvønn dag, og vit vistu, nær best var at fara til handils, eftir posti á Posthúsinum og í kioskina hjá Johs. Nolsøe eftir bløðunum, á keikøkinum úti í Klaksvík.
Sum smágenta var tað oftani mín uppgáva at fara eftir bløðunum. Mamma skuldi hava Familie Journalen og pápi Berlinske Tidende. Blaðið til mammu var eingin tungur burður, men eg knógvaði undir byrðuni av Berlinske Tidende í 14 eintøkum. Tað var tó eingin trupulleiki, tí tað var so spennandi og forvitnisligt at frætta um ymiskt úti í heimi. Um Bamse og Dukkelise og brævkassan hjá Tove Ditlevsen í Familiejournalen og um tíðindini í Berlinske Tidende.
Eg minnist ongantíð at Tjaldrið ikki kom leiðina fram til ásettan dag. Talan kundi vera um gott ella vánaligt veður, og at vit tosaðu um, hvørt tað hevði verið ein buldrut ferð, um skipið legði seint at bryggju. Tjaldið kom kortini fram og øll fingu post og vøru.
Í dag eru alt øðrvísi. Fólk eru vorðin vand við, at fáa fatur í tí, sum tey hava brúk fyri, tá farið verður til handils. Vanligt hevur verið at keypa fríska vøru og bløð hvønn mánadag, men nú er tað ein “saga blot”, av tí skipið ikki er ført fyri at sigla í øllum veðri. Hugsandi er, at partur av farminum umborð á Nørrønu, er farin til aðrar veitarar, men tó so, Norrøna er rúmlig og tekur nógvan farm, sum sostatt ikki kemur fram til ásettu tíðina. Hvat er so vunnið? Telur tað meira, at vit kunnu bjóða útlendskum ferðafólki at sigla við stórum og stásiligum skipi, enn tað, at veita føroyingum góða og regluliga tænastu? Tað tykist ikki sum globaliseringin í hesum føri rættiliga hevur rakt Føroyar, ella hvussu?