Í øldir hevur Trøllkonufingur staðið "i ensom majestæt" eystan fyri Sandavág, men ein má siga, at nútímans tøkni kanska tekur nakað av tí gandakenda frá Trøllkonufingrinum og øðrum slíkum náttúruperlum.
Í 2012 eydnaðist tað teimum fyrstu føroyingunum at klintra upp á Trøllkonufingur, við góðari hjálp frá nútímans klatriútgerð. Upp á toppin komu feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy og eisini Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Absalon Eystroy var fyrsti maður á toppinum.
Við í ferðalagnum vóru eisini brøðurnir Heini og Hjálmar Hátún og Hans Stokkendal. Teir náddu tó ikki allan vegin upp, men tað var ongantíð væntandi, at øll maningin kundi koma sær upp á toppin. Kringvarp Føroya gjørdi eina sending um hendan fyrsta túrin upp á Trøllkonufingur.
Í 2015 klintraðu Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen og Bergur Mikladal upp á fingurin. Teir høvdu við sær útgerð frá Vodafone og gjørdu tí ein lýsingafilm fyri Vodafone á túrinum.
Nú sigst, at ein bólkur av nýsælendarum eisini ætlar sær at taka fingurin seinni í juli.
Nú hevur nútímans tøkni enn einaferð tikið fingurin. Hesaferð er tað ein dani, sum við dronu hevur flogið um Trøllkonufingur og gevur okkum møguleikan at síggja náttúruperluna frá sjónarhornum, ongin hevur sæð hann fyrr. Myndirnar eru tiknar við eini sonevndari DJI Phantom 4 dronu. Myndamaður er danin Anders Brogaard, ið hevur felagið Wildearth Productions.