Nútímans tónar í Samuelskirkjuni

Tíðindaskriv

Klaver, kontrabassur og kórið Kurpalið fara at seta dám á guðstænasuta 1. hvítusunnudag kl. 14:00.




Hvítusunnudagur er jú føðingardagur kirkjunnar, og soleiðis eisini ein av stórstu veitsludøgunum í kirkjuárinum. Í hesum sambandi vitja Stamen Stanchew og Agnar Lamhauge enn einaferð kirkjuna og spæla præ- og postludium við íblástri úr gomlum føroyskum sálmatónum; og Leif Hansen, ið er tónleikalesandi og regluligur avloysari sum organistur hjá donsku meinigheitini í Samuelskirkjuni, stjórnar kórinum Kurpalið, ið savnast tá høvi býst. Bergur Jacobsen prædikar.
Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn verður 80 ár í heyst, og hevur síðandi miðskeiðis í sjeytiarunum savnast í Samuelskirkjuni. Áður hevur kirkjuliðið, til dømis, savnast í Abel Katrinu kirkjuni, ið ikki longur finnst, í Mariu Kirkjuni og í Vartov kirkju; og síðani Peter Andrew Petersen fekk lønt starv sum prestur hjá kirkuliðinum, í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65 á Nørrebro. Frammanundan honum vóru tað prósturin og prestarnir Gudmund Bruun, Emil Joensen og Jóhan Nielsen, ið tóku sær av føroysku guðstænastunum í Keypmannahavn.
Fysisku karmanir fyri arbeiðinum í Samuelskirkjuni eru av teimum allarbestu, og eru ein góð avbjóðing til ungar føroyingar sum flyta til Keypmannahavnar og ynskja at menna støðuna hjá føroysku kirkjuni her á landi og í Føroyum. Lesandi føryingar hava, sum er, sera áhugaverd kjakkvøld í kirkjuni triðja fríggjakvøld í mánanum, har aktuel átrúnarlig og samfelagslig viðurskifti verða viðgjørd.
Aftaná allar guðstænasturnar er høvi til at savnast um ein drekkamunn, og at fáa prát við landsmenn og kvinnur. Og í kryptini (kirkjukjallaranum) er tað sum at koma heim, siga mong, tí kend føroysk list, hjá Amariel Norðoy prýðir veggirnar.