Nótaskip vilja viðgera orðingar

- Vit kundu eisini hugsað okkum, at sáttmálin fyri nótaskip yvir 1500 tons, sum kunnu frysta, var greiðari, so gjøgnumskygni í honum var størri, sigur Jan Højgaard. Nú sáttmálasamreiðingar skulu verða millum fiskimenn og reiðarar, hevur felagið Nótaskip nøkur ynski í sáttmálanum fyri nótaskip yvir 1500 tons sum kunnu frysta. Talan er í hesum førinum um skipini Norðborg, sum er framleiðsluskip og Næraberg, sum kann heilfrysta.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, segði í vikuni, at felagið væntar sær uppskot um ynskini hjá Nótaskipum, og ætlandi fer fiskimannafelagið á stjórnarfundi fríggjadagin at viðgera hesi ynski.

- Vit hava ikki skilt, at Nótaskip vilja trýsta okkara limir til nakað sum helst, sigur Jan Højgaard, sum kortini ásannar, at tað eru ymiskar óhepnar orðingar í hesum sáttmála, sum felagið er sinnað at tosa við Nótaskip um.

Sjálvur kundi formaðuri í Fiskimannafelagnum hugsað sær, at júst hesin sáttmáli - sáttmálin fyri nótaskip yvir 1500 tons sum kunnu frysta - var greiðari, so gjøgnumskygni í honum eisini verður betri.

- Eg havi ikki skilt, at Nótaskip hava nøkur krøv, og vit hava heldur eingin krøv, men vilja fegnir tosa um viðurskifti í hesum sáttmála, sum kunnu gera hann greiðari.

Jan Højgaard sigur, at tað kemur ikki uppá tal at gera umstøðurnar hjá nótamonnum verri, enn tær eru í dag.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur eisini, at felagið á næsta stjórnarfundi eisini fer at tosa nærri um tær samráðingar, sum liggja fyri framman millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið.

Fiskimannafelagið hevur sagt upp sáttmálan við Reiðarafelagið at fara út gildi 1. desember í ár.