Nátatíðin nærkast

- Eg dugi ikki at siga, hvussu sær út við nátanum nú, men tá vit vóru á Viðareiði í eggjatíðini, tá ógvuliga gott út, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, í Nólsoy

Nú byrja menn so smátt at rigga til til nátarnar.
Tað hevur verið heldur misjavnt, hvussu nógvir bátar hava drivið nátaveiði seinastu árini, og harvið eisini, hvussu nógv er komið upp á land.
Spurningurin er eisini, hvussu nátin hevur verið fyri seinastu árini. Í fjør var hann heldur seinur á veg, men í ár tóktist hann at verða lagstur til tíðina.
- Vit vóru á Viðareiði 20. mai, og tá sá gott út. Tað var egg undir hvørjari fjøður, so út frá tí skuldi árið gjørst gott til náta. Hinvegin vóru vit á Stóru Dímun herfyri, og tá tóktist ungarnir mær heldur smáir, tó at tað var ilt at meta við slíkari fjarstøðu, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann sigur, at tað ber als ikki til at tosa um Nólsoynna longur, tá tað kemur til náta.
- Tann tíðin er farin, tá tú kundi stima eysturum og taka tær einar 200 nátar. Generelt ber til at siga, at longur suður tú kemur, verri stendur til við náta, og nú er mest sum knívsskorið í Nólsoy, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Stóra orsøkin er, at tað verður skotið so ómetaliga nógv eystan fyri Nólsoynna, og tað órógvar fuglin.
- Umframt áhaldandi dunini frá byrsuskotum, rasa hesir skjóttgangandi bátarnir eisini rundan um oynna, og tað er eisini ógvuliga órógvandi fyri fuglin, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Eingin lundi
Fuglafrøðingurin heldur, at ferðafólk kunnu ikki fáa nógv burtur úr einum slíkum túri, har speedað verður framvið, drittað inn í gjáir og holur, fyri síðani at verða aftur í Havn lítlan tíma seinni.
- Slíkt órógvar alt fuglalív, ikki bert nátan, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Men stendur illa til við nátanum, so er nógv verri statt við lundanum.
- Tað hevur eingin fulgur verið at sæð nakrastaðni í ár. Eg veit um ferðafólk, sum fóru út í Mykines um miðjan juli at avmynda lunda, men tey komu aftur sum av torvheiðum. Tey sóu einans lunda í allari oynni, og hann ver enntá ov langt burturi at avmynda, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann heldur, at tað man vera serdømi, at fara út í Mykines miðjan juli, og tað er so oyði við lunda.
- Men skilið er tað sama allastaðni. Bæði í Stóru Dímun og Lítlu Dímun er sama skilið, og á Viðareiði og í Skúvoy hava teir heldur ikki bjóða til. 40 lundar er tað mesta, eg havi hoyrt um, at menn hava fingið ein dag, og tað sigur alt, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Í Nólsoy hevur ikki verið fleygað trý tey seinastu árini. Urðin fór ógvuliga illa í ódnarveðrinum í januar mánað fyri trimum árum síðani, tá fleiri sessir skolaðu burtur í briminum. Síðani hevur ikki verið fleygað í gomlu Urðini.
Eisini í Tindhólmi hava teir bundið um heilan fingur og friðað hólman fyri lundafleygi.
Kanska nátatíðin verður ikki so galin í ár aftur fyri.
- Tað sá í hvussu er gott út í mai, sigur Jens-Kjeld Jensen.