Fuglaveiða
Farið er um líradag, og nú eru menn farnir at rigga seg til at taka nátungar á sjónum. Onkur hevur longu verið fyrsta túrin, og vit hava frætt um bátar, sum longu í gjár fingu út við 150 nátar.
Hetta er ein spennandi tíð hjá teimum, sum dáma at fáast við fuglaveiði. Dagarnir kunnu vera langir og strævnir, um nógv verður lagt fyri, og nógvur fuglur verður tikin og skal fáast til høldar.
Líri minni kendur
Líradagur var týsdagin 26. august. Hetta er dagurin, tá menn plagdu at draga líra á plássum, har skrápur, sum er hin gamli fuglurin, byggir reiður. Skrápur reiðrast í holum millum urðagrót og holum, sum hann grevur inn í grasbakkan ella moldina.
Ymsastaðni kring landið verður líri tikin, men henda veiða er ikki so vanlig sum nátaveiða. Nógv minni er til av skrápi sum búfugli í Føroyum enn av havhesti, sum reiðrast í berginum at kalla um alt landið.
Líri verður vanliga drigin upp úr holuni við króki, sum er festur á ein stívan og boyggiligan jarntráð. Verður fuglurin tikin á nátt, sum er meira vanligt, tá ið tað líður eitt sindur longur út, verður gingið við lummalykt eftir urðagróti og á grønum blettum, sum eru millum urðagrótið.
Mong hava ongantíð sæð ein livandi líra, tí hesin kemur bert út úr holuni, tá kvøldarmyrkrið kemur. Tá kemur hann út úr tryggu holu síni at taka ímóti skrápinum - gamla fuglinum - sum kemur aftur av havinum við føði. Tey plaga at siga, at líri eisini kemur út í myrkrinum at læra seg at flúgva. Tá skrápurin er komin aftur at landi um midnáttarleitið, fara gamli fuglurin og ungin innaftur í holuna.
Summi kvøld eru fleiri lírar úti enn onnur kvøld.
Á teimum plássum, har líri verður veiddur, er hetta ein spennandi tíð.
Lítið hoyrist um lírapláss og líraveiði, men tað, sum vit vita um, eru skúvoyingar millum teir ídnastu at veiða líra.
Støðini, har skrápur reiðrast, verða líkasum hildin eitt sindur duld, so eingin óviðkomandi ger seg inn á fuglabølið.
Tú skal vera rímiliga kønur og kenna fuglin hampiliga væl, um tú við eini lummalykt í myrkri skal síggja mun á búfuglinum og unganum, tá hesin er vaksin.
Minnist eg rætt, plaga menn at siga, at lírin er svartur omaneftir bakinum, meðan skrápurin skýggir moyrreyður ella brúnligur.
Umráðandi er, at búfuglurin ikki verður tikin.
Havhestatíð
Hetta er eisini tíðin, tá nátungin av álvara byrjar at ressast í reiðrinum og hevur hug at royna sínar veingir, til hann at enda flýgur út av rókini.
Nátaveiða er meira kend um alt landið enn líraveiða, og í hesi tíðini plaga hópur av bátum og monnum kring landið at taka sær upp í tunnuna til veturin, sum stundar til – og summir sláa seg saman og royna at tjena sær nakrar krónur.
Hugsandi er, at menn, sum hava høvi til tess, nú samfelagið er vorðið so dýrt at liva í við høgum olju-og matvøruprísum, ikki verða minni ágrýtnir, nú hendan tíðin er, og høvið er at tjena sær nakrar eyka krónur.
Eitt sindur ymiskt er ár undan ári, nær besta nátatíð er. Hetta kann vera tengt at veðrinum, tá tíðin nærkast, men ivaleyst hevur tað størstan týdning, nær gamli fuglurin er lagstur, og hvussu umstøðurnar hjá unganum at búnast nú einaferð hava verið.
Summi ár fæst nátungi á sjónum longu fyrstu dagarnar eftir 20. august, og onnur ár kanst tú fara ein langan túr 26. august – og ongan fugl síggja á sjónum.
Nú 28. august er í dag, er greitt, at nátungin so smátt er byrjaður at ressast á rókini og hevur hug at royna sínar veingir. Náttúran í fuglinum sigur honum, at tíðin er komin og at rókin, har hann so tryggur hevur sitið og bíðað eftir føði, ikki er nakað blívandi stað longur. Hugurin dregur út á hav, og nú er hann nóg búgvin til at søkja sær føðina sjálvur.
Ilt er kanska at siga, hvønn týdning eitt lot upp í bergið hevur ein slíkan dag, men óhugsandi er ikki, at tað kann viðvirka til, at seinasta stigið út av rókini verður tikið.
Stevnir til havs
Hin frælsi fuglurin flýgur út, men á rókini hevur hann etið seg so feitan, at hann megnar bert at flúgva nakrar hundrað metrar úr landi – alt eftir, hvussu høgt hann sat, og hvussu lotið liggur.
Úti á havinum liggja nú bátar við monnum, ið lúra eftir at taka henda leskiliga fugl við glúpi, og er einki lot á sjónum, hevur fuglurin ongan kjans, um menn duga at handfara ein glúpi.
Men bátatalið er ongantíð so stórt, at teir flestu fuglarnir ikki sleppa til havs. Tú kanst síggja onkran bát, har tú stimar, men liggur tú á góðari nátaleið og í nógvum fugli, sært tú eisini streymin av nátungum, sum eftir sjónum stevna út á hav – og út í tryggleikan, har teir skulu hava sínar dagar til at læra nýggja lívið, umstøðurnar og avbjóðingarnar at kenna.
Úti á bygdunum, har nátaveiða er afturvendandi á hvørjum ári, er hetta ein hugnalig tíð.
Menn rigga sær bátarnar til, glúpurin skal finnast framaftur, og somuleiðis skal gass og salt keypast, eins og íløt og annað skal verða klárt, tá teir fyrstu feitu fuglarnir liggja inni á gólvinum í neystinum ella í skúrinum.
Sum dagarnir ganga, og fuglur verður tikin og førdur til lands, standa menn og royta, svíða og vaska, og svidnaroykurin sker í næsarnar kring um í bygdini. Aðrir menn, sum ikki hava høvi at taka náta, koma fram við at práta og spyrja um veiði og útlit, og onkur keypir sær kanska eitt kók.
Roytingarmaskinan hevur lætt nógv um arbeiði at fáa fuglin til høldar, og á summum plássum eru teir eisini farnir at vaska fuglin í eini vanligari blandimaskinu, sum riggar sera væl. Flestu, sum hava gjørt seg út til fuglaveiði, hava eina gassgrýtu við heitum vatni, og haðani fæst heitt vatn til reingerð av fuglinum – antin hann verður vaskaður í balju ella í blandimaskinu.
Tvey nøvn
Ymiskt er, sum menn rópa fuglin, ið fer á sjógvin – náta ella havhest.
Í summum bygdum verður tosað um nátatíð; í øðrum bygdum um havhestatíð.
Øll kenna bæði heitini - havhestur og náti, og í summum bygdum verða nøvnini ivaleyst brúkt hvørt um annað.
Eisini er kent, at menn rópa gamla fuglin havhest og ungan náta.
Men navnið spillir ongan, og fuglurin er eins góður kortini – antin hann verður róptur hitt fyrra ella hitt seinna.
Summi salta og eta fuglin, tá hann er íliðin, og onnur frysta og steikja.