Nýtir enn somu føroysku klæðini

Hetta er 14. ferð, at hennara hátign, Margreta, drotning, vitjar í Føroyum.

 

Tað var á ferðini í 1959, at hon fekk føroysku klæðini handaði, og í Öström í dag fortaldi hon fjølmiðlunum, at hon nýtir sama búnan framvegis, um enn hann er lagdur út onkra ferðina síðani.

 

Í Öström var framsýning av føroyskum klæðum, sum Marjun Heimá skipaði fyri og Majbritt Jakobsen, stjóri á Marjun Heimá, greiddi drotningini frá føroysku klæðunum, sum livandi modellirnar vóru í.

 

- Eg føli meg væl í føroysku klæðunum, og havi nýtt mín búna nógv, síðani eg fekk hann í 1959. Eg havi enn sama stoff og somu troyggju sum tá, men eg fekk nýtt fyriklæði fyri nøkrum árum síðani, segði hennara hátign, Margreta, drotning.

 

Yviri í Öström og Steinprent var framsýning av prentum og drotningin fekk høvi at síggja, hvussu eitt litografi verður gjørt. Drotningin fæst nógv við list sjálv og hon helt føroyska list vera sera spennandi, segði hon.

- Tað er flott at síggja, at føroysk myndlist heldur á at menna seg. Tað finnast bæði góðir og kendir eldri listafólk, samstundis sum tað er eyðsæð, at nýggj nøvn alla tíðina koma fram. Tað er sera lívsjáttandi, segði drotningin, sum segði seg serliga vera áhugaða í føroyska landslagnum og føroysku litunum, teimum svørtu klettunum og grøna grasinum.

 

- Eg eri sera glað um, at tað letur seg gera, at vitja so ofta her í Føroyum, segði hennara hátign.