Nú ætlar Amazon at selja heilsutænastur

Tríggir vinnuligir risar ætla at kollvelta heilsumarknaðin

Tríggjar risafyritøkur í USA hava gjørt ein samstarv, sum hevur fingið heilsufyritøkur at hyggja aftur um bak.

Amazon gongur undan í samstarvinum, har eisini størsti bankin í USA, JP Morgan Chase, og ein av ríkastu monnunum í heiminum, Warren Buffett, eisini eru við.

Nýggja samstarvið hevur sett sær fyri at broyta dýra heilsumarknaðin í USA, og málið verður at bjóða fólki bíligari heilsuhjálp við læknum og heilivági. Roknað verður við, at hetta við tíðini kann fáa ávirkan á heilsutænastur kring allan heimin.

– Støðugt vaksandi útreiðslurnar til heilsuøkið eru sum eitt snúltudjór í amerikanska búskapinum. Okkara samstarv hevur ikki eina endaliga loysn til at broyta marknaðin, men vit góðtaka ikki, at einki verður gjørt, sigur Warren Buffet sambært Politiken.

Fráboðanin frá nýggja samstarvinum var óvæntað, og hon hevði við sær, at kursurin á partabrøvum í fleiri heilsufyritøkum lækkaði. Nú verður róð fram undir, at Amazon fer at geva heilsumarknaðinum somu yvirháling, sum fyritøkan áður hevur givið eitt nú bókamarknaðinum.