Nýtt B36-lið fekk góða byrjan

B36 vann ein tryggan sigur á GÍ, tá nummar tvey og trý frá undanfarna kappingarári hittust í Gundadali mánadagin

Tá B36 í fjør mátti ásanna, at spælið um FM-gullið var tapt, komst hetta serliga av, at liðið í triðseinasta umfarinum tapti í Gøtu. Hetta viðførdi eisini, at tað gjørdist GÍ, sum streyk avstað við silvurinum

Nú nýggja kappingarárið stóð at byrja, hevði tað lagað seg soleiðis at júst hesi bæði liðini skuldu hittast í fyrsta umfarinum. Leikarahópirnir hjá báðum liðum vóru tó nógv broyttir í mun til undanfarna ár. Serliga var tað hjá B36, at frágongdin í vetrarhálvuni var stór, men hóast hetta, so mundu flestu viðhaldsfólkini vera á einum máli um, at missurin hjá GÍ var svárari, tá teir í vetur máttu siga farvæl við bæði Sámal Joensen og Henning Jarnskor, sum báðir fóru til Íslands at royna seg.


Henning og Jens Martin við

Hóast omanfyristandandi, so taldist Henning Jarnskor millum leikararnar á GÍ liðnum. Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum, so var fótbóltslívið í Íslandi ikki eins gott og tað var ætlað, og tí er Henning nú aftur ílætin gula GÍ búnanum.

Henning var tó ikki einasti óvæntaði leikarin á vøllinum. B36 hevur higartil í ár havt trupulleikar av at manna málverjasessin, og sum eina fyribils loysn, høvdu havnarmenninir fingið ongan annan enn Jens Martin Knudsen at verja málið í hesum dystinum.

Tað gekk ikki long tíð, áðrenn Jens Martin mátti fara tungu leiðina eftir bóltinum, men talan var um eitt heldur óvanligt mál, sum hevði við sær, at GÍ legði seg á odda.

Magni Jarnskor tók hornaspark úr vinstra borði, og tá onkur segði seg hava tamarhald á støðuni, lat Magni á Lakjuni lága innleggið fara framvið sær, og bólturin helt sostatt beina leið í málið.

Skjóta málið hevði sjálvandi við sær, at fortreytirnar hjá báðum liðum broyttust fullkomuliga. GÍ tók seg beinanvegin nakað aftur á vøllin, soleiðis at leiðslan kundi verjast, meðan B36 varð noytt fram á vøllin til tess at skapa sær nakrar málmøguleikar.

Í fyrra hálvleiki fingu B36 leikararnir tó ongantíð lagt nakað serligt trýst á GÍ verjuna. Uppspælið var alt ov illa skipað, og aloftast gekk tað eisini ov seint fyri seg, soleiðis at GÍ alla tíðina fekk tíð at skipa verjuna.

Størsta møguleikan mundi B36 fáa, tá einir 20 minuttir vóru leiktir. Úr vinstru varð bólturin lagdur inn um verjuna, men tá John var um at sleppa púra leysur móti málinum, varð hann togaður niður av verjuleikara. At byrja við lat dómarin ikki við seg koma, men eftir at hava ráðført seg við hjálpardómaran, gjørdi hann av at døma fríspark stutt uttanfyri brotsteigin.

Tað má tó sigast at vera undrunarvert, at einki kort var havt á lofti í hesum sambandi. Varð John veruliga tikin, átti eingin ivi at verið um, at talan skuldi verið um reyða kortið. Yvirhøvur var eisini rættuliga ringt at finna eina linju í dømingini. Sum nevnt, so gav neyðbremsan móti John einki kort, men løtu seinni fekk Bartal gula kortið fyri eitt lítið skump í ryggin, tá hann og John vóru í luftdysti.


Trýstu í seinna

B36 royndi frá byrjan í seinna hálvleiki at trýsta GÍ menninar aftur á vøllin, og longu eftir tveimum minuttum gav hetta eisini úrslit. Bjarni Prior sendi innfyri úr høgru síðu, og har klossaðust Bartal og Rúni við bóltinum, so endin varð, at Magni á Lakjuni gjørdist púra leysur, og kundi senda bóltin í málið.

Hetta fekk tó ikki B36 at linka um trýstið. Við hjálp frá vindinum, sum teir nú høvdu í ryggin, var bólturin meginpartin av tíðini hildin á GÍ hálvuni. Gøtumenn fingu ongantíð nakað serligt kontraspæl í lag, og einasti møguleikin teir høvdu fyrra partin av hálvleikinum, var tá B36 leikari legði ov spakuligt aftur, men Helgi megnaði ikki at fáa tamarhald á bóltinum, eftir at hann og Jens Martin vóru í nærdysti.

B36 hevði fleiri málmøguleikar hetta tíðarskeiðið, og meginparturin av hesum íkomu eftir uppspæl í vinstru síður, har Rúni Justinussen ongantíð fekk rættuliga fatur á Magna á Lakjuni. Tá B36 eftir 32 minuttir legði seg á odda, var hetta tó eftir at Bjarni Prior dróg inneftir úr høgru. Stutt uttanfyri brotsteigin varð hann feldur, og frísparkið sendi Jákup á Borg beina leið í netið.

Fáar minuttir seinni var aftur vandi á ferð í GÍ brotsteiginum. Magni varð sendur avstað í vinstru síðu. Hann sendi ein bólt væl innfyri málið, sum John Petersen fekk skallað niður til Ronnie Samuelsen, og hesin snaraði sær á og sendi bóltin upp undir nettakið. Eitt vakurt mál, sum eins væl kundi verið tikið úr onkrari fótbóltslærubók.

Dysturin var nú roynd og veru avgjørdur, og eftir trijða málið linkaði B36 trýstið eisini munandi. Hetta viðførdi eisini, at GÍ liðið slapp longur fram á vøllin, og móti endanum av dystinum var um reppið at skurarnir fingu minkað um munin, men hóast teir vildu vera við, at bólturin var innanfyri, so lótu hvørki dómari ella hjálpari hansara við seg koma.

Beint áðrenn dystarlok máttu gøtumenn eisini ásanna, at teir mugu vera Helga L. Petersen fyri uttan komandi dystin, tá hesi heldur býttisliga togaði Ronnie Samuelsen niður, tá bólturin var aðrastaðni á vøllinum. Dómarin sá gerðina, og Helgi noyddist sostatt inn í skiftirúmið einar tveir minuttir áðrenn liðfelagarnir.


B36 funnið seg til rættis

Sum nevnt í byrjanini, so er talan um tvey lið, sum eru umskipað heilt nógv í mun til undanfarna ár.

Skal dysturin mánadagin nýtast sum grundarlag, er einki at ivast í, at B36 er sloppið nógv betri frá hesi umskipan enn GÍ. Kanska hongur tað saman við skjóta leiðslumálinum, men í øllum førum tóktist GÍ liðið sera verjukent allan dystin, og vongspælið, sum hevur eyðkent liðið seinnu árini var so at siga ikki til staðar. At so Pauli eisini noyddist av vøllinum í seinna hálvleiki gjørdi ikki støðuna betur. Møgeuleiki átti tó at verið fyri, at hetta fer at rigga betri, sum árið líður, tí við Henning og Helga í hvør sínum borði, skuldi fortreytirnar fyri at nýta vengurnar verið í lagi.

B36 tóktist serliga í seinna hálvleiki at hava funnið rætta stevið. Álopsparið er framvegis hitt sama, og hetta skuldi borgað fyri nógvum málum. Á miðjuni sótu Jens Kristian og Jan á tí mesta, meðan Bjarni og serliga Magni komu væl fram við í síðunum. Verjuparturin, sum av mongum verður mettur sum veikasti parturin av liðnum, tóktist eisini at rigga væl, og ikki minst tykist Egil Zachariasen at hava funnið seg til rættis á nýggja plásisnum sum aftasti maður. Málverji hesu ferð var Jens Martin Knudsen, men líkt er til, at eisini hesin sessur kemur í rættlag innan stutta tíð, so alt í alt fer B36 kanska enn einaferð at teljast millum ovastu liðini tá avtornar.


B36-GÍ 3-1 (0-1)

0-1 Magni Jarnskor 6.

1-1 Magni á Lakjuni 47.

2-1 Jákup á Borg 77.

3-1 Ronnie Samuelsen 84.


Dómari: Suni Johansen


B36:

Jens Martin Knudsen - Fróði Clementsen, Egil Zachariassen, Mikkjal Thomassen - Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni - John Petersen, Ronnie Samuelsen, Jákup á Borg


GÍ:

Sunnvard Joensen - Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Áslakur Petersen, Súni Olsen - Helgi L. Petersen, Pauli Jarnskor, Henning Jarnskor - Magni Jarnskor, Jón Petur Olsen, Óli Hansen