John Johannessen
Nýggja føroyska mánaðarblaðið, Glaðing, var at síggja á hillunum í sølubúðunum í gjár. Talan er um eitt litblað í sokallaðari magasinstødd, og er tað fult á hædd við líknandi útlendsk bløð, bæði tá talan er um innihald og um pappírsgóðsku.
Aðalmunurin á Glaðing og hinum snotuligu útlendsku bløðunum á søluhillunum er bert tann, at Glaðing er skrivað á føroyskum, somuleiðis sum viðgjørdu evnini eru viðkomandi fyri føroyskar lesarar.
Glaðing er innihaldsliga fjølbroytt. Tað viðger lagnusøgur, átrúnað, uttanríkispolitikk umframt, at tað eisini inniheldur portrett og annað líkandi.
Fyrsta útgávan av Glaðing hevur millum annað eina grein, sum kallast »Á deyðans egg«. Hetta er ein søga um ein ungan føroying, sum brádliga gjørdist so sjúkur í lungunum, at hann reið á eggini millum lív og deyð.
Eisini skrivar blaðið um myndir av naknum føroyskum gentum á internetinum.
Tørvur á øðrvísi blað
Teir fimm journalistarnir, ið standa aftan fyri Glaðing, siga eina av orsøkunum til nýggju útgávuna vera, at teira meta tørv vera á einum alternativi til verandi fjølmiðlar í Føroyum. Einum fjølmiðli, sum er øðrvísi. Og júst Glaðing meta teir vera øðrvísi.
Í oddagreinini í blaðnum verður sagt, at tað ber til at viðgera ymsu søgunar í Glaðing ørðvísi enn aðrir fjølmiðlar, júst tí, at talan er um eitt mánaðarblað. Tað ber til at leggja eitt dygarbetri journalistiskt arbeiði í tilfarið, arbeitt verður við.
Eisini siga teir fimm journalistarnir í oddagreinini eina aðra orsøk til, at teir eru farnir undir uppgávuna vera, at tað er spennandi og hugaligt at arbeiða við tilfari, sum ikki skal prentast ella sendast út í luftina um ein hálvan tíma.
Journalistisk dygd
Tað er okkara mál, at tilfarið, bæði skrivliga tilfarið og myndatilfarið, verður oman fyri tað, vit eru von við í gerandisdegnum, Afturfyri verða strong krøv sett teimum, sum skriva blaðið. Somuleiðis verða strong krøv sett til myndirnar í blaðnum. Um málið er eydnast, ella um tað fer at eydnast, kann lesarin sjálvur gera av. Vit vilja í hvussu er gera okkara, siga teir fimm journalistarnir.
Teir fimm journalistarnir, ið geva Glaðing út, eru Kári Mikkelsen, Grækaris Djurhuus Magnussen, Kári Durhuus, Ólavur Rasmussen og Per Højgaard. Blaðstjóri er Grakaris Djurhuus Magnussen.
Sætti stigtakarin er Dánjal Pauli Davidsen, sum er útbúgvin cand. merc. í marknaðarføring og millum annað hevur starvast við marknaðarleiðslu á Berlingske Tidende og Det Fri Aktuelt.
Glaðing er greitt til prentingar á Sosialinum og prentað hjá ROTAROTA í Danmark.