Nýtt flogfelag verður stovnað

Leygardagin var kunnandi fundur fyri møguligar íleggjarar í nýggja flogfelagið, Faroe Jet, á Hotel Hafnia í Havn. Ætlanin er at byrja rutuflúgving millum Føroyar og Keypmannahavn 1. mars 2006

Frá í vár komandi ár verður Atlantic Airways ikki longur einasta flogfelagið, ið fer at røkja rutuna millum Vágar og Keypmannahavn. Ein av komandi døgunum verður nýggja flogfelagið Faroe Jet stovnað.
Kundin skal kunna velja
Nýggja felagið hevur longu 15 milliónir krónur í eginpeningi, men stigtakarnir ætla at fáa millum 22 og 25 mió kr, áðrenn byrjað verður, sigur Hans Meinhard á Høgabóli, ið er ein av stigtakarnum.
Í fyrsta umfari er ætlanin, at Faroe Jet fer undir rutuflúgving millum Vágar og Keypmannahavn 1. mars komandi ár. Byrjað verður við einum flogfari, og samráðingar eru í gongd við British Aerospace um at langtíðarleiga eitt RJ-100 flogfar, sum er sama slag sum tað nýggja hjá Atlantic Airways.
- Sum støðan er nú á flogferðsluøkinum, líkist hon mest einum monopoli. Kundin eigur at hava rætt at velja sjálvur, sigur Hans Meinhard á Høgabóli.
Royndir menn
Tað eru tríggir veteranar í føroyskari flúgving, sum eru millum stigtakararnar til nýggja flogfelagið, Faroe Jet. Teir eru Hans Meinhard á Høgabóli, Jógvan (Egga) Simonsen og Mourits Joensen, sum allir vóru við til at byrja tyrluflúgving í Føroyum. Hans Meinhard á Høgabóli hevur verið flogskipari hjá Atlantsflog í nógv ár, meðan Mourits Joensen var tekniskur leiðari hjá Atlantsflog í fleiri ár. Jógvan Simonsen byrjaði tyrluflúgving og varð seinni leiðari á Tyrludeildini hjá Strandferðsluni.