Dirk Kuyt er í løtuni saman við hálendska landsliðnum, og meðan hann er tað, hevur innbrot verið í bústaði hansara, veit Ekstra Bladet at siga. Við hesum, er hálendski landsliðsleikarin tann fimti í røðini av Liverpool leikarum, ið hava verið burturstaddir og eru komnir heim til eitt hús, ið er rubbað fyri virðislutir. Bæði danski Daniel Agger, umframt Peter Crouch, José Reina og Jerzy Dudek hava hendan ivasama heiður.