Nýtt koppingarevni ímóti beinkrími

Granskarar á Jenner Instituttinum á lærda háskúlanum í Oxford halda seg hava funnið fram til eitt slóðbrótandi koppingarevni ímóti beinkrími.

Granskararnir siga, at nýggja koppingarevni kann virka ímóti fleiri ymiskum sløgum av beinkrími og kann halda í 10 ár. Hetta skriva blaðið The Telegraph. Beinkrím rakar á hvørjum ári milliónir av menniksjum og túsundtals fólk doyggja av sjúkuni. Í Danmark verður mett, at eini 1000 fólk doyggja á hvørjum á av beinkrími. Royndirnar hjá granskarunum í Oxford skulu nú roynast umaftur, og úrslitið verður í næstum kunngjørt í læknaligum tíðarriti.