Verbalisman, sum tey farnu 6 árini hevur eyðkent føroyskan politik - eyðkent kanska serstakliga av broddinum á tí hálvrunna loysingarfallinum -, hevur tíðum verið á so lágum støði, at vanligt vit og skil ikki funnu stev í tí ovurkáta og villa dansinum. Rakstrarrópini um tey mongu, sum ikki eru (vóru) rættir føroyingar, hoyrdust hvøll út um landamørk, og dansurin varð tí ikki troddur so lættlig við lív og sál sum eitt nú, tá ið sumbingar kvøða.
Tað, sum mest av øllum hevur voldað split og klandur millum fólk, eru tær ósonnu frágreiðingarnar, sum ávísir politikkarar og teirra eltibløðrur áhaldandi hava potað í okkum føroyingar. Summi av hesum fólkum eru so alvitug og háfloygd, at í eini kapping hevði fantasiríki skrøggarin, barónurin von Münchhausen, verið við undirlutan. Um vit leita í utopisavninum, har ein Münchhausen sum sagt lítið hevði formátt sær, síggja vit, at loysingarmenn krevja tær árligu 616 milliónirnar, sum landskassin fær úr ríkiskassanum til rakstur av heilsuverkinum og almannaverkinum, tveittar á bláman á sama hátt, sum fram varð farið, tá ið 366 milliónir vórðu burturbeindar tann 1. januar 2002.
Hesir pengarnir, blokkurin úr ríkiskassanum, støðið undir vælferðini í Føroyum í 30 - 40 ár, var orsøkin til, at tað maðketna føroyska samfelagið fór á heysin tann minniliga heystdagin í 1992, sum syndraði landskassan, peningakervið og hús og heim, tá ið skriðubakkin leyp.
Siga loysingarfólk. Og tí skal blokkurin á bláman !
Altso: tað føroyska samfelagið fór rabundus fyri 11 árum síðani, takkað verið teimum ungu, sum vóru í útbúgving, teimum sjúku, teimum avlamnu, teimum gomlu. Hesi lótu seg við "danskari olmussu" og "tátu" vagga í dreymadjúpan Tornurósusvøvn. Men úr hesari transustøðu skal nú ein forloysing uppstanda, og í dreymi skulu rísa 18 fjallatindar við eini brosandi Atlantis prestinnu í paradísiskum vakurleika sum eitt Shangri-la í Himalaya, har eingin sjúka, einki elli, og eingin deyði valdar. "Hitt lovaða serføroyska Elysionið er uppstaðið, halleluja", ljóðar recitativið í gleðisrúsi, meðan 1. og 2. bassur í kórinum murra "Ongan blokk, halleluja".
Við støði í einum samgonguskjali gjørdi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum av at fastfrysta restblokkin upp á 616 milliónir frá 1. januar 2002 at rokna. Fastfrysta blokkin! - Við hvørjari lógarheimild ella við hvørjum mandati kundi landsstýrismaðurin taka avgerð, sum gav landskassanum millióna tap ríkiskassanum til fyrimunar ? Kanska kundu Føroya fólk fingið svar upp á hendan spurningin ? Í hesum føri var ikki talan um yvirtøku av ávísum málsøkjum !
Í Dimmalætting 29. januar skrivar sami landsstýrismaður, emeritus, m.a. (?)"Avdráttur av lánum skulu ikki dragast frá, tá talan er um úrslit landskassans, gjørdu vit tað, so skuldu vit eisini ført lánini til inntøku. Um vit bara draga avdráttir frá á rakstrinum, hvussu hevði so úrslitið sæð út í 2003. Tá guldu vit eyka avdrátt uppá 500 mió. kr."
Av sonnum aforistisk gullkorn. Kundi eins væl verið sagt í skemtileikinum Ebberød Bank fyri 80 árum síðani.
Nýggja landsstýrið kemur ikki til búgvið borð ella skorin klæði, men tað eigur at síggja til at fáa dialogin millum Føroyar og Danmark í eina fólkaliga og siðiliga legu, sum sømir seg mentaðum fólki.
(?.) -Av stáli er rúnakelvi, í angist og kulda eg skelvi.
Lat tað ikki henda aftur !
Og spurningurin um at fáa tann fastfrysta blokkin dagførdan herundir Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum og Ríkissjúkrahúsið, sum eru 100% ríkiskassaøki, eigur at verða tikin upp, eins og blokkurin fingin úr djúpfrystaranum skjótast gjørligt. Hetta er landsstýrisins einfalda skylda fyrst og fremst móti gomlum, sjúkum og avlamnum í Føroyum.
Fyri at sleppa undan framhaldandi ruðuleika við misskiljingum og ósannindum er tað neyðugt at halda skil á, hvat blokkurin skal brúkast til, tað vil siga, eina sundurliðing sum vísir, hvussu blokkurin er skrúvaður saman. Hetta eigur skilliga at framganga av løgtingsins fíggjarlóg.