Nýtt ljós í Runavík og á Skála

Runavíkar kommuna fer nú undir at betra ljósviðurskiftini rundan um fótbóltsvallirnar við Løkin og á Skála.

 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hetta er eitt neyðugt stig at taka, tí at fótbóltssamgongurnar UEFA og FIFA herða althóða krøvini.

 

Runavíkar kommuna sigur, at fyrst stendur vøllurin við Løkin í Runavík fyri tørni og síðani vøllurin á Skála.

- Krøvini í útbjóðingartilfarinum vóru í samsvari við altjóða krøvini, og eftir at tilboðini vóru innkomin var greitt, at Spf. EL-Tænastan við Mathiasi Davidsen hevði bíligasta tilboðið. Felagið hevur í arbeiðstøkuni kastað saman við Maskinhandlinum í Saltangará og RTS-Contractors í Runavík. Arbeiðið skal vera liðugt hin 31. mai 2018, skrivar kommunan.

 

Runavíkar kommuna hevur sett pening av til endamalið, umframt at Fótbóltssamband Føroya eisini stuðlar verkætlanini.