Nýtt og gott gamalt til flaggdagsrenning

Dagarnir gerast longri og ljósari og flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 27. í røðini.

Tað boðar Bragdið frá.

Tað er Bragdið, ið sum vanligt skipar fyri renningini, og í ár verður tað enn stuttligari at luttaka. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg, virkir fara at kappast og fyri fyrstu ferð er ætlanin at hava stuttleikarenning aftrat.

Rutan er tann sama sum undanfarin ár. Vaksin renna 7 km og børn renna 1,3 km. Stuttleikarenningin er 3,5 km fyri børn og vaksin. Heiðursmerki verða latin til trý tey fyrstu í hvørjum bólki hjá børnum og vaksnum, og haraftrat fær vinnarin eitt gott gávukort. Tey, sum luttaka í stuttleikarenningini, eru øll við í lutakasti um góðar vinningar frá handlum og fyritøkum í býnum.

Stuttleikarenningin er vælegnað til familjur við børnum, sum fegin vilja røra seg, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, børn, gummur, mammubeiggjar, ja, øll, sum hava hug at luttaka. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin.

Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Til ber at lesið meira um firmakappingina og kappingina annars, á heimasíðuni hjá Bragdinum, www.bragdid.fo