Nýtt oratorium framført í Vági og í Havn

Lisbeth Smedegaard Andersen og Erling Lindgren hava gjørt eitt oratorium, sum verður framførtí morgin og sunnudagin ?Á veingjum av vón? eitur eitt nýtt danskt oriatorium, sum føroyingar nú fáa høvi at hoyra.

 

Tónleikin hevur Erling Lindgren gjørt. Hesin kendi tónasmiður er væl kendur og verður mettur at vera avloysari hjá Carl Nielsen.

Skrivað hevur Lisbeth Amedegaard Andersen, sum er prestur og kend fyri sínar vøkru tekstir.

 

Dorte Tilma er organistur í Langenæskirkjuni í Århus, men hon hevur eisini verið nógv í Vági og leitt kórið Ljómur. Tað er hon, sum hevur skipað so fyri, at nýggja oratoriið verður at hoyra í Føroyum.

 

Verkið er skrivað fyri tríggjar solosangarar, kór, floytu og orgul.

Teksturin er um Jes lív, líðing og deyða og um vónina, sum tað gevur. Tað er tann vónríki páskaboðskapurin.

 

Í oriatoriuminum eru eisini felagssangir, og Niels Petur Nolsøe hevur týtt tríggjar av sangunum til føroyskt.

 

Framførslan verður í Vágs kirkju leygardagin klokkan 16 og í Havnar kirkju sunnudagin klokkan 17.