Mentanarstríðið
Í fyrsta parti av hesi greinarøð varð greitt frá tí embætismannavaldi, sum ráddi í Føroyum undir fyrra heimsbardaga, eitt vald, hvørs høvuðsmerkir vóru tann illa dámda grein sjey og amtmansins og próstsins støða á tingi sum ikki-valdir limir við atkvøðurætti. Í hesum fjórða og seinasta parti skal verða greitt frá, hvussu hetta vald fall.
Aftan fyri stríðið um grein sjey leikaði eitt stríð av meiri grundleggjandi slag, hvørs høvuðsspurningur var hesin: hvat mál skuldi vera mentanarmál føringa í framtíðini, móðurmálið ella danskt? Í sambandinum ráddi (tá nøkur fá eru undantikin) tann hugsan, at móðurmálið var eitt heimamál, ið hevði sama virði og somu tign sum eitt nú jútskt ella fynskt í Danmark, men at danskt var høvuðs- og kulturmálið.
Í sjálvstýrinum vóru fólk samsint og ivaleys í, at móðurmálið var mentanarmálið, framtíðarinnar mál, og øll orka og allur tokki hjá hesum fólkum vóru bundin at stríðnum til at búgva føroyskt til henda framtíðar leiklut.
Tann ranga myndin
Hetta mentanarstríð bleiv hesi árini ført á øllum hugsandi hermótum, á gøtuni, á tingi, í bløðunum, á fólkafundum, í sjónleiki og skaldskapi. Sjónskast vóru bløðini, har blaðstjórin á Dimmalætting Oluf Skaalum og Kristin í Geil, blaðstjóri á Tingakrossi, seint og tíðliga høgdu eftir hvørjum øðrum.
Lesarin eigur at gera sær greitt, at fólk í sjálvstýrinum frá byrjan gjørdu tað púra greitt, at tað at tey hugsaðu sær føroyskt sum høvuðsmálið á ongan hátt merkti, at tey vóru ímóti donskum. Danskt skuldi vera tað fremsta fremmandamálið í føroyska skúlanum, og ruddilig undirvísing í donskum máli og bókmentum skuldi vera ein fastur táttur í skúlanum.
Men so lætt slapp sjálvstýrið ikki. So leingi sambandið hevði meiriluta á tingi og átti tey føroysku umboðini í ríkisdegnum, hevði sambandið møguleika at geva tí danska almenninginum sína mynd av sjálvstýrisins politikki. Og henda mynd var, sakliga sæð, eintáttað og bronglað. Ár eftir ár bleiv júkað, at sjálvstýrið vildi reka danskt mál úr Føroyum.
Edward Mortensen mýkir danir
Umboð fyri sjálvstýrið høvdu lítlan møguleika at verja seg ímóti hesum rangsnúgvingum, og komu av tí sama í dýrastu neyð. Royndi onkur úr sambandinum at málbera seg varliga ella nýanserað, so vóru alt varsemi og allar nýansur burtur, tá ið teirra metingar, sum vanligt var um hetta mundið, vórðu tiknar uppaftur av donskum blaðmonnum ella politikarum.
Sjálvstýrismenn komu á henda hátt í tí danska almenninginum at standa sum fíggindar hjá donskum máli og danskari mentan, hóast veruleikin var tann, at teir ikki bara roknaðu danska andsmentan sum part av sínum førningi, men at teir í stóran mun vóru sprotnir úr einum donskum andaligum baksýni.
Tá ið Edward Mortensen í mai 1915 varð valdur inn í ríkisdagin, broyttist henda myndin. Nú hevði ein maður, sum í sínum hjarta var sjálvstýrismaður, og sum kendi viðurskiftini og høvuðspersónarnar út í æsir, høvi til, sitandi á fyrstu parkett, at greiða frá sjónarmiðunum hjá sær og lagsbrøðrum sínum. At Edward var ungur, vælvandur og gløggur, var honum sjálvsagt bara ein fyrimunur.
Tá ið menn sum H.P. Hansen komu við tí gamla sjabbinum um hatur til danskt, vísti Edward honum aftur sakliga og samstundis so dyggiliga, at har var ikki meira at siga. Edward Mortensen megnaði veruliga at gera mongum donskum politikarum greitt, at sjálvstýrisfólk ikki vildu donskum til lívs, at hetta bara vóru fólk, sum vóru góð við sítt land, sítt mál og sína mentan, og sum høvdu eina góða og rættvísa sak at berjast fyri.
Sum longu nevnt var Edward í hugsan ein modernaður sosialliberalur politikari, og tá ið hann styðjaði Teir Radikalu, gjørdi hann tað ivaleyst heilhugaður. Hann var endaður sum ein stuðul hjá tí radikalu stjórnini í eini vandafullari tíð, og hann fekk sín stuðul afturløntan.
Eitt søguligt fjarrit
Ein heilt nýggj og øðrvísi støða hevði tikið seg. Fólk í tí radikalu Zahle-stjórnini førdu nú fram, ávirkað av sjarmu-átakinum hjá Edwardi Mortensen, at ein ikki átti at óttast sjálvstýrishugaðar føringar, tvørturímóti, ein átti at virða hesi fólk, sum høvdu tokka til sítt mál og sína mentan.
Og soleiðis gekk tað til, at tað almenna Danmark kom at standa undir liðini á sjálvstýrinum – ímóti Rytter og sambandinum. Henda nýggja og heilt øvugta støða kom at vera serliga sjónsk undan fólkatingsvalinum tann 22. apríl 1918. C.Th. Zahle læt tann 15. mars hetta árið fjarrita til Rytter, at hann í sínum bløðum m.a. hevði úttalað:
Jeg ønsker Hr. Mortensen genvalgt, først fordi han er en dygtig Repræsentant for færøske Interesser, og saa fordi han er en paalidelig Støtte for Ministeriets Politik. Jeg ønsker naturligvis et Medlem til Landstinget, paa hvem dette kan anvendes. Det er galt at fortolke den Kærlighed, som Færingerne har til deres Hjemstavn og Sprog, som et Tegn paa Danskfjendtlighed. Vedligeholdelsen af det gode Forhold mellem Færøernes danske Borgere og os hernede beror meget paa vor Beredvillighed til at forstaa Færingernes Krav paa Frihed ...
Rytter ger bart
Zahle var ikki bara danskur forsætisráðharri, men samstundis eisini løgmálaráðharri við serligari ábyrgd fyri føroyskum viðurskiftum. Svenning Rytter var sum amtmaður í Føroyum beinleiðis undir Zahle. Ivaleyst hevur hann følt seg sum ein embætismann, sum stóð á varðhaldi fyri donskum áhugamálum í einum fjarum og lutvís fíggindaliga sinnaðum oyggjalandi.
Og nú fekk hann sendandi eitt fjarrit, har tað stóð svart upp á hvítt, at hansara egni harri og húsbóndi var farin í part við fíggindanum og enntá vildi hava hansara mótstøðumenn, Edw. Mortensen og Jóannes Patursson, valdar inn í ávikavist fólkatingið og landstingið.
Svenning Rytter gjørdi í hesi støðu ikki mætari enn at siga upp. Hann bað tann 17. mars um at verða loystur úr starvi og, um tað var gjørligt, fluttur í annað embæti. Men ikki nóg mikið við tí. Sorinskrivarin Thygesen og fútin Vest løgdu samstundis síni embætir niður og bóðu um at verða fluttir.
Hetta seinasta tykist, um ein í dag skal meta um tað, ógvuliga løgið. Rytter var embætismaður og politikari við atkvøðurætti á tingi, so hansara ónøgd við Zahle og hansara uppsøgn høvdu yvir sær eitt slag av skilvísi. Men Thygesen og Vest vóru óheftir og uttanveltaðir embætismenn og áttu als ikki at havt latið við seg koma. Høvdu teir kanska í roynd og veru ongantíð verið óheftir?
Várvindar
Tá ið tíðindini um uppsagnirnar spurdust, var sigursrómur millum sjálvstýrisfólk. Við einum kasti sluppu tey av við tríggjar máttmiklar danskar embætismenn. Tað mundi vera mongum greitt, at víst fóru dugnaligir embætismenn aftur at koma til Føroya, men neyvan fólk av tí ráðaríka Rytter-slagnum. Og sama summar frættist, at blaðstjórin á Dimmalætting, Oluf Skaalum, fór at leggja sítt starv niður og flyta til Danmarkar. Um uppsagnirnar hjá Rytter, Thygesen og Vest skrivaði Kristin í Geil í Tingakrossi:
Det føltes som et frisk Luftdrag med Bud om Vaar og Sommer, da det glade Budskab fløj over Lande, at vi paa en Gang skulde blive befriede for det rytterske Embedskompagnis tre øverste Spidser ... som en Udluftning af aargammelt Mug og lummer Sengehalm.
Tað vildi so til, at fólkatingsvalið og løgtingsvalið fullu næstan samstundis, tað fyrra var tann 22. apríl og tað seinna tann 24. apríl 1918. Á tí fyrra valinum fall Edw. Mortensen, og Andrass Samuelsen varð valdur. Dimmalættingar sigursæla viðmerking um hetta sigur ikki lítið um tað politiska áralagið í Føroyum um hetta mundið:
I Gaar saas Edw. Mortensen paa Folketingets Tilhørerplads hvorfra han misundelig kiggede ned paa sin sejrrige Modkandidat Hr. Samuelsen.
Men á løgtingsvalinum tveir dagar seinni var sambandið fyri ósigri. Víst fekk sambandið fleiri atkvøður enn sjálvstýrið, men av valtekniskum grundum fekk sjálvstýrið fyri fyrstu ferð meiriluta á tingi, 11 tingmenn ímóti sambandsins 9 tinglimum. Tað nýggja løgtingið valdi Jóannes Patursson til landstingsmann.
Ein próstasetan
Um hetta mundið vóru Føroyar, í stóran mun orsakað av adressumálinum, komnar inn í eitt tíðarskeið, eyðkent av einum nýggjum paradigma, har sjálvstýrið nú hevði somu yvirvág, sum sambandið fyrr hevði havt. Stríðið millum báðar partar linkaði ikki av hesi grund, men helt fram við óminkaðum beiskleika.
Serliga eitt mál fekk eld í sinnini, kanska tí tað hevði so stóran mentanarpolitiskan týdning. Spurningurin var hesin: hvør skuldi taka við sum próstur aftan á A.C. Evensen, sum var deyður á vetri 1917?
Av trimum umsøkjarum komu bara tveir, Gulak Jacobsen, prestur í Suðuroy, og Jákup Dahl, prestur í Suðurstreymoy, upp á tal. Sambandið helt upp á Gulak Jacobsen, sjálvstýrið upp á Jákup Dahl. Báðir umsøkjararnir vóru yrkjarar, men annars er neyvan nakar ivi um, at Dahl, sæð frá øllum sjónarmiðum, var maðurin við tí dyggara førleikanum.
Hann hevði tá virkað sum fyribils settur próstur og víst, at hann megnaði at gera umsitingarligt arbeiði. Hann hevði skrivað ta fyrstu fullfíggjaðu, føroysku mállæruna, týtt ritualini, týtt meginpartin av sálmunum í Gamla Testamenti til føroyskt, hann hevði umsett Markusar evangelium (sum tó ikki var givið út), og hann var um at leggja eitt sálmabókauppískoyti til rættis saman við Símuni av Skarði, og hann hevði bæði yrkt og týtt ein hóp av sálmum og víst, at hann átti sannar skaldagávur.
Hóast Dahl soleiðis var framúr væl skikkaður til próstaembætið, er lætt at skilja, at hvørki Rytter ella sambandsins oddamenn vildu hava hann settan sum próst. Tí var nakar maður, sum í sínum persóni umboðaði sjálvstýrisins mentanarpolitisku stremban, so var tað Jákup Dahl.
“En smuk Mand”
Rytter mælti til at seta Gulak Jacobsen, og biskuppurin, Ostenfeld, fylgdi hansara tilráðing. Men eina ferð enn gjørdi Edward Mortensen-ávirkanin seg galdandi, og eina ferð enn valdi danska stjórnin at fara í part við sjálvstýrinum ímóti Rytter og sambandinum. Tann danski kirkjumálaráðharrin, Poulsen, setti, ímóti biskupsins ynski, á sumri 1918 Jákup Dahl í embætið sum Føroya próstur.
Fyri sambandið var hetta ein serliga svárur smeitur. Flokkurin hevði vant seg við, frá tíðini tá ið tann myndugi Fríðrikur Petersen hevði havt valdið, at prósturin var teirra maður. Nú bleiv ein rættiliga ungur og sera virkin prestur settur, sum ikki bara var sjálvstýrismaður, men hevði sett sær sum mál at týða halgubók til føroyskt. Málið vakti stóran ans, og Dahls eginleikar og enntá hansara útsjónd vórðu umrødd á fólkatingi, har Andrass Samuelsen m.a. segði hesi ógloymandi orð:
Nu fik man det Indtryk af den højtærede Kirkeministers Udtalelser, at jeg oven i Købet havde sagt, at Provst Dahl ikke var nogen smuk Mand: Ministeren opdagede imidlertid, at hann var en smuk Mand. Jeg maa paa det allerbestemteste benægte at have udtalt noget som helst om, at Hr. Dahl ikke var en smuk Mand.
Trúbótin fullførd
Fáur man í dag duga at gera sær greitt, hvussu stóran týdning henda próstasetan á sumri 1918 fekk fyri okkara lítla oyggjaland á síni trilvandi leið inn í modernitetin. Við hesi útnevning fekk tað bíbilska týðingarverkið hjá Jákupi Dahl eina tilelving og ein myndugleika, sum bara kundu vaksa um tess týdning.
Ein grundtanki bæði hjá Dahl og háskúlamonnunum var jú, at trúbótin gamaní var komin til Danmarkar og Íslands, men at hon, so leingi móðurmálið ikki var kirkjunnar og skúlans mál, ikki av røttum var komin til Føroya. Tað fall, sum Elsa Funding greiðir frá í sínum verki um føroyskar bíbliutýðingar, Jákupi Dahl, Victor Danielsen og K.O. Viderø í lut at laga hetta seinasta klípið í Luthers garð her heima. Seinni komu tær apokrýfisku bøkurnar í týðing eftir Axel Tórgarð.
Sambandið grønkar
Um hetta mundið blástu paradigmuskiftisins vindar yvir um stikið og inn á sambandsins markir. Í sambandinum hevði ment seg ein nýggjur tjóðskaparligur vongur, sum vildi mýkja tað stívrendu og stirvnu kósina, sum Oliver Effersøe, Fríðrikur Petersen, Andrass Samuelsen og Oluf Skaalum høvdu umboðað. At tað eisini fyrr høvdu verið røddir, sum ikki vildu ganga tann gráa og grýtuta sambandsvegin, er Anton Degn eitt gott dømi um.
Umboð fyri hesa nýggju leiðina vóru m.a. Poul Niclasen og H.C.W. Tórgarð. Tá ið sjálvstýrisins nýggi løgtingsmeiriluti í 1918 og 1919 samtykti at avtaka ásetingarnar í grein sjey, komu hesir báðir við einum broytingaruppskoti, sum lá nakað miðskeiðis millum sjálvstýris- og sambandsstevnuna, og sum kanska um hetta mundið hevði verið ein rímilig loysn á hesum máli. Men teirra uppskot fall, danska stjórnin vildi ikki eftirlíka sjálvstýrisins samtykt, og sostatt stóð grein sjey við líka til 1938.
Eitt annað dømi um sambandsins mýktu kós var tað, at Poul Niclasen varð settur sum blaðstjóri á Dimmalætting. Poul Niclasen var, so tykist ið hvussu er, ein frísinnaður maður við livandi áhuga fyri søgu og mentan. Hann dugdi væl at skriva føroyskt, og hereftir sóust oftari og oftari, sum teigar av grønsku og gróðri, føroyskar greinar í Dimmalætting.
Tann svarta junkaratíðin var farin.
Hans Andrias Sølvará: Adressumálið. Um donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga. Fróðskapur 2007.
172 síður. Kr. 200.