Nýtt prestagjald sær dagsins ljós

1. januar hækkar talið av prestagjøldum í Føroyum, so at tað framyvir verða fimtan prestagjøld í Føroyum. Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu síni.


Fólkakirkjan skrivar, at tað var fyri stívligum tveimum árum síðan, at biskupur heitti á landsstýriskvinnuna at skipa so fyri, at Norðstreymoyar prestagjald varð býtt sundur í tvinni prestagjøld. Í heyst gav landsstýriskvinnan loyvi til hetta, so at frá 1. januar 2018 verður Norðstreymoyar prestagjald formliga býtt sundur.


Fólkakirkjan upplýsir, at nýggja Norðstreymoyar vestara prestagjald fevnir um kirkjusóknirnar Kvívík, Vestmanna og Kollafjørð. Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum við bústaði í Kvívík og í Vestmanna.


Norðstreymoyar eystara prestagjald fevnir um kirkjusóknirnar Hvalvík, Hósvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík.Sóknarpresturin býr í Hvalvík.