Mánadagin var móttøka á nýggja reinsarínum á Hjalla. Tað er vaskifyritøkan Tváttur á Skála, sum nú hevur eina deild í høvuðsstaðnum við nútímans reinsaríi, sum heldur til á 140 fermetrum.
Dagligi leiðarin á reinsarínum er Elin Hammer, sum m.a. hevur verið á skeið hjá Wiums Renseri í Danmark. Eitt reinsarí sum einans brúkar umhvørvisvinarlig reinsievni.
Toby Wium frá Wiums Renseri í Holstebro er í hesum døgum í Føroyum og leggur teimum á Tvátti lag á við nýggja reinsarínum, ið einans nýtir evni, sum ikki skaða náttúruna.
Vit taka okkum m.a. av at vaska og reinsa jakkar, buksur, skjúrtur, termoklæðir og føroyska búnan, fyri at nevna nakar uppgávur, sigur Hjalmar Kollslíð, stjóri í Tvátti.