Náttúrugransking og -lesnaður?

   

Hans Birgir Hansen
?????????????????

Tað er frá Danmarks elstu fyritøku innan náttúrumedisin, eg havi tvey bind, focus á náttúrumedisin, og eg havi sjúkraskrásetin og vøruyvirlit, frá A til Ø, og kunningarbløð! Fyritøkan hevur granskingarstovu, starvsfólk og framleiðlsluvirksemi av náttúrumedisini, ið selt verður á danska heimamarknaðinum, ið eisini fæst til keyps í Havn, undantikið apotekið! Eg kann standa inni fyri tí náttúrumedisini, eg sjálvur eri brúkari av, ið ein kann viðmæla fólki at royna, ið hava vælferðarsjúkur, og kunnu vinna á sínum heilsutrupulleikum.

Villleiðandi kunning/ upplýsing?
Starvsfólkini innan almanna-, heilsu, sjúkrahús- og apoteksverkini, og heimarøktar- og kommunulæknaskipanir geva tilvitað villleiðandi kunning/upplýsing til viðskiftafólk í dag. Vit kunnu spara 100 tals mill. kr. á hvørjum ári við at bjóða øllum føroyingum, ið eru misnýtarar, fríska ernering/ føðsluevni/kropsføði/kosttilskot/motiónstúrar kring alt landið! Flestu øll ættarlið, stættir, frá børnum til fólkapensionistar, eru misnýtarar, og primitivu viðgerðarmøguleikarnir eru ikki nøktandi, og tá ið øll skulu uppihalda øllum fakbólkum, stættum!

Frískari og opið samfelag?
Tað gongur støðugt fram á at skapa eitt frískari & opið samfelag, hvørs øll tabuevnir skulu gerast søga, tá øll skul fáa livað og virkað á egnan hátt við at bróta tann ónda sirkulin! Vit kunnu spara nógvar felagsskapir, fyritøkur, stovnar, virkir, myndugleikar, vald, skapa vit eitt frískari og opið samfelag við sosialari samveru innan fyri áðurnevndu! Bestu viðgerðarfólk at vitja skúlar, fyritøkur, stovnar, virkir, myndugleikar, vøldir, felagsskapir, klubbar, eru misnýtarar, ið kunnu greiða frá lívi sínum og rúsevnisumhvørvi!

Vegurin til frískari lív?
Tað er hvat ið ein fæst við at kunna um í lesarabrøvum og úti millum manna, har fólk fylgja eins ráðum, ið eru uppgivin av læknaautoritetum, ið leita sær røttu kunning, upplýsing, í dag! Vit kunnu niðurseta deyðiligheitina í øllum Føroyum í dag, og fyribyrgja og lekja vælferðarsjúkur, ið ein fæst við at granska og lesa upprunan til heima við hús!
Vitja heimasíðu
www.natur-drogeriet.dk