Tann nýggi Smyrilin, sum ætlanin er at byggja til Suðuroyarsiglingina, fer at kosta 240, kanska 250 milliónir.
Hetta upplýsti Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni á almennum fundi í Suðuroy leygardagin.
Strandferðslan var komin suður at kunna suðuroyingar um tað strandfaraskipið, sum ætlanin er at byggja, nú nýtt ferðafólkaskip skal útvegast fyri Smyril.
Og einir 40 suðuroyingar høvdu leitað sær til Øravíkar, har fundurin var á hotellinum, at vita, hvat teir høvdu í væntu, nú tíðin er runnin undan Smyrli, sum annars hevur roynst so ómetaliga væl.
Men hetta er ikki fyrsta høvi, suðuroyingar fáa at siga sína hugsan um nýggja Smyril. Tí áður hevur Strandferðslan sent umleið 150 stovnum ov virkjum, bý- og bygdaráðum í Suðuroy tilfar um skipið og biðið um viðmerkingar.
Men tað komu bara eini 10 svar aftur.
Tekniski stjórin á Strandferðsluni fortaldi fyri fundarfólkinum, at ætlanin við fundinum var kunna suðuroyingar um, hvussu langt ætlanin er komin og, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis framyvir.
? Men ætlanin er eisini at at geva suðuroyingum høvi til at siga sína hugsan um ætlanina og at fáa viðmerkingar til skipið.
? Tað er neyðugt at fáa fatur á gullkornunum beinanvegin, áðrenn skipið verður projekterað.
Hann segði, at Strandferðslan gjørdi nógv burturúr at kunna um ætlanina, tí ferðasambandið við meginøkið er sjálv lívsæðrin hjá Suðuroyingum.
Og eitt nýtt suðuroyarskip er ein íløga, sum skal halda í nógv, nógv ár fram í tíðina.
? Tí er tað neyðugt at skapa forstáilisi fyri byggiætlanini og at brúkaran tí sleppur at siga sína hugsan um ætlanina so at vit øll, tá ið skipið er komið, kunnu sita eftir við kensluna av, at hetta er eitt gott skip.
Tí hevur strandferðslan lagt upp til samskiftið við Suðuroyingar um byggiætlanina.
Og Magnus Magnussen legði dent á, at suðuroyingar vóru meiri enn vælkomnir at siga sína hugsan um skipið, ikki bara á fundinum, tí fólk vóru eisini meiri enn vælkomin at skriva til Strandferðsluna við hugskotum, viðmerkingum um, hvat kundi verið øðrvísi og ikki minst, um tað er nakað, sum Strandferðslan heilt hevur gloymt at tikið við.
Tíðin farin frá Smyrli
Magnus Magnussen vísti á, at skip eru ikki ein standardvøra, men verða í stóran mun smíðað og laga til tær ávísu flutningsuppgávur, sum tað skal røkja.
? Tí skal tað fyrireikandi arbeiðið tryggja, at øll krøv frá viðskiftafólki, Strandferðsluni, klassanum og landsstýrinum verða tikin við, tá ið nýtt skip verður smíðað.
Og hann segði, at tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt at byggja nýtt Suðuroyarskip nú.
Tí hóast Smyril hevur roynst væl, slepst ikki undan, at tíðin er farin frá honum nú.
Tekniski stjórin segði at sum heild tekur Smyril nóg nógv ferðafólk.
Men nógv viðurskifti gera, at umstøðurnar umborð eru vánaligar.
? Tað er trongt at sleppa íland og at koma umborð eftir biladekkinum, umstøðurnar hjá rørslutarnaðum eru sera vánaligar, umstøðurnar at seta viðførið frá sær eru vánaligar, wc?ini og kioskin eru ótíðarhóskandi, umstøðurnar í ferðafólkarúmunum eru vánaligar, o.s.fr.
Hinvegin er kapasiteturin at flyta bilar, ikki minst lastbilar og treylarar, ov lítil.
Smyril kundi eisini verið longri og hann er nakað smalur.
? Tað ger, at tað er trongligt á biladekkinum og upp og niðurgongdirnar úti í síðunum eru smalar. Biladekkið er ov lágt og hangidekkini eru ov smøl og luftskiftið vánaligt.
Hann vísti eisini á, at bjargingarbátarnir eru opnir og at tað er ivi um, hvørji krøvini verða til bjargingarútgerðina, tað eru vestar og flakar.
Hetta bara fyri at nevna nøkur heilt fá av teimum mongu viðurskiftum, sum Magnus Magnusen reksaði upp , og sum gjørdi Smyril ótíðarhóskandi.
Harafturat brúkar Smyril ov nógva olju,og tað elvir til óneyðuga umhvørvisdálking.
Og so er ov nógvur larmur umborð.
Kostar 240-250 mió.
Magnus Magnussen segði, at í ár er ein millión sett av á fíggjarlógini til at fyrireika og projektera tað nýggja suðuroyarskipið fyri.
Men á langtíðarfíggjarlógini, hevur landstýrið ætlað at seta 60,5 milliónir av á fíggjarlógini fyri komandi ár, 60 milliónir á fíggjarlógini fyri 2001 og harafturat 70 milliónir í 2002.
Tilsamans er sostatt ætlanin at seta 191,5 milliónir av til nýggja Smyril.
Men hetta fer neyvan at røkka til.
Tí tekniski stjórin á Strandferðsluni sigur, at fyribils metingar siga, at nýggja suðuroyarskipið fer at kosta einar 240-250 milliónir.
Sostatt fara einar 48,5-58,5 milliónir at mangla í.
Og tí fer Strandferðslan nú at biðja landsstýrið seta meiri pening av til skipið.
Framstig á nógvum økjum
Og eftir upplýsingunum á fundinum við Suðuroyingar at døma, er tað greitt, at tann nýggi Smyril verður eitt stórt framstig á nógvum økjum, afturímóti honum, sum er.
Ferðafólkatalið verður áleið tað sama.
Tvs, at nýggi Smyril fer at taka 800 ferðafólk um summarið og 500 um veturin.
Men umstøðurnar hjá ferðafólki verða munandi betri, enn tær eru nú.
? Luftskiftið verður betri, gongubreyt verður niðri á biladekkinum.
Hetta verður gjørt, tí enn fyriliggur onki um, nær verulig landgongd verður gjørd í Suðuroy, sum fólk sleppa umborð og í land eftir.
? Fult útgjørt sjúkrakamar verður umborð, eins og eitt kamar verður á biladekkinum til líkkistur.
Ferðafólkarúm, wc, gongir og lyftir fara at lúka øll krøv, spælipláss verður umborð til børn, hóskandi ferðafólkarúm, wc, gongdir og lyftir verða gjørd til rørslutarnað.
Og umborð verður eisini eitt fundar- og arbeiðshøli til 20-25 fólk, umframt at nøkur arbeiðskømur verða til einstaklingar við ymsari útgerð, eitt nú stikki til teldu.
Sostatt fer tað bæði at bera til hjá bólkum at hava fundir umborð, meðan siglt verður, og tað fer at bera til hjá fólki at arbeiða einsamøll í friði og náðum, og hjá skúlaungdómi at gera heimaarbeiði fyri at nevna nøkur dømi.
Ikki minst verður tað niðri á biladekkinum, at stór framstig verða.
Nýggi Smyril fer at taka um 200 bilar afturímóti teimum 110 bilunum, sum hesin Smyril tekur.
Hann verður einar 20 metrar breiður, tað er næstan fýra metrar breiðari enn Smyril sum er.
Biladekkið og portrið verður bæði breiðari og hægri enn á hesum Smyrlinum, og ferðafólk og bilar skulu verða heilt hvør fyri seg.
Somuleiðis skal oljunýtslan verða so lítil sum møguligt, eins og larmurin umborð á tí nýggja skipinum verður nógv minni enn á hesum Smyrli.Magnus Magnussen segði, at nýggi Smyril verður um 100 metrar langur.
? Tað er ein sera hóskandi stødd, sum gevur møguleikar fyri bíligum rakstri.
? Ferðin er nýggja Smyrli er sett til 18 míl.
? Summi halda, at tað er nakað seint, tí tað styttir bara ferðina ímillum Havn og Suðuroynna eitt korter.
? Tað ber eisini til at seta størri motorar í hann, so at hann siglur eini 20 míl.
?Men so brennur hann eisini meiri olju.
Bara innanoyggja
Magnus Magnussen upplýsti, at í sambandi við nýtt suðuroyarskip, hevði Strandferðslan fingið eina bundna uppgávu frá landsstýrinum.
Tað vóru onkrir áhoyrarar, sum vildu hava at vita, um uttanlandssigling, til eitt nú Skotland, varð tikin við í metingunum, nú nýtt skip varð fyrireikað.
Men har svaraði Magnus Magnussen greitt nei.
? Vit hava fingið eina bundna uppgávu frá Landsstýrinum, og tað er at útvega nýtt skip til inannoynngja sigling burturar.
? Tað er ein politisk avgerð, at Strandferðslan skal ikki sigla uttanlands, legði hann afturat.
Tað skiltist eisini á honum, at skuldi tann nýggi Smyril eisini sigla til Skotlands, kravdi tað eitt nógv øðrvísi skip enn tað, sum talan nú er um.
? Eitt nú er onki sum eitur dekspláss í millumlandasigling longur. Tí nú er tað eitt krav, at øll skulu ferðafólk í millumlandasigling skuldi hava hvør sína koyggju.
Og tað letur seg ikki gera við nýggja Smyrli, tí eftir ætlanini skal hann bara hava einar 100 koyggjur, sum fólk kunnu fáa sær, tá ið veðrið er ringt, ella av øðrum orsøkum.
Men tað var eisini onkur sum helt, at tað var skeivt at tengja suðuroyarsiglingina og uttanlandssiglingina saman. Tí tey eru tvey ymisk mál, sum skulu loysast hvør sær. Tí vit vita av royndum, at hvørja ferð á stendur, verður tað suðuroyarsiglingin, sum verður við sviðusoð. Tann nýggi Smyril skal vera eitt suðuroyarskip burturav, var tann heilt avgjørda niðurstøðan.
Ein annar áhoyrari vildi hava at vita, hvat ætlanin er at gera við møguleikarnar hjá ferðafólki at koma umborð og íland í Suðuroynni, um ætlanin t.d. er at gera terminal og landgongd í Suðuroy.
Men tað er ikki tikið við í kravfestingini, segði tekniski leiðarin á Strandferðsluni og hann helt ikki, at hetta var eitt mál hjá Strandferðsluni.
Smyril í nevnd
? Eitt nýtt suðuroyarskip fer at kosta so nógvan pening, at tað verður neyvan talan um hjá suðuroyingum at tosa um annað skip í næstu framtíð.
Á upplýsandi fundinum í Øravík leygardagin um nýggju suðuroyarferjuna, helt Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, at tað var neyðugt, at suðuroyingar fingu høvi til at kanna allar møguleikar, so at vit fáa eitt skip, sum tænir suðuroyingum best.
Tí skeyt hann upp at bý- og bygdaráðsformenn í Suðuroy komu saman í ein felagsskap sum skuldi viðgera ætlanina at byggja nýtt suðuroyarskip.
Hesin felagsskapurin eigur so at taka upp samband við vinnulív og onnur um, hvørji krøv tey seta til eitt nýtt suðuroyarskip. Vit eiga at koma við tilmælum og at taka beinleiðis samráðingar við Strandferðsluna og landsstýrið um tað nýggju ferjuna og um, hvat rættast er at gera.
? Tað kann ikki vera rætt at fara undir eina so dýra ætlan uttan at hava tikið í minsta lagi kommunurnar við uppá ráð, men eisini vinnulívið.
Hann helt eisini, at verður rætt atborið, kann hetta vera við til at geva okkum góðar møguleikar at mennast í Suðuroynni.
? Men við eini skeivari íløgu, kann tað øvugta henda.
Og tað er, at tað verður ongin menning í oynni.
Tað er júst tað, sum nú hendir í Suðuroynni.
? Her er ongin menning, tí tað er alt ov tungt dýrt hjá teimum, sum standa fyri vinnulívinum.
? Av tí saman mennir vinnan seg bara í meginøkinum.
? Og har sum vinnan er, har til flytir eisini fólkið. Hann segði, at hann ætlaði sjálvur at taka stig til at kalla bý- og bygdaráðsformenninir saman.
Og hann spurdi at enda, um tað bar til hjá teimum at koma til Strandferðsluna við urslitinum av arbeiðnum.
Magnus Magnussen svaraði, at tað vóru teir vælkomnir til. Men hann var ikki við uppá, at ongin var tikin uppá ráð, tí áðrenn hevði Strandferðslan sent 150 stovnum og virkjum og kommunum í Suðuroynni tilfar og biðið um viðmerkingar. Men bara 10 høvdu svarað aftur.