Ein tann seinasta verkætlanin, sum songkvinnan Amy Winehouse náddi at gjøgnumføra áðrenn hon doyði í juli, var ein duet við sangaranum Tony Bennet. Nú hevur hann tikið avgerð um at almannakunngera lagið Body & Soul.
Pengarnir, sum koma inn av staklagnum, skulu í ein grunn, sum pápi Amy Winehouse hevur stovnað í navnið hjá dóttrini. Grunnurin skal hjálpa ungum og børnum við rúsevnistrupulleikum.
- Vit fara at lata staklagið koma á marknaðin áðrenn fløgan kemur. Og allir pengarnir skulu í grunnin, sum Mitch hevur stovnað. Grunnurin skal læra tey ungu at halda seg frá rúsevnum, sigur Tony Bennett við MTV.
- Amy ljóðar fantastisk í sanginum, og so syngur hon saman við tí frálíka Tony Bennett. Tað er ein troyst í hesum tíðum, staðfestir pápi Amy Winehouse, Mitch.